Í eitt langt áramál hava menn aðrastaðnifrá røkt deildarleiðarastarvið í Føroya Banka, men nú hevur bankin avgjørt at seta ein lokalan, nevniliga Hans Petur Clementsen.
Hanus Heinesen, ið tók deildarleiðarastarvið eftir Christian Petersen úr Fuglafirði, er fastbúgvandi á Nesi við Skálafjørðin.
Hanus hevur verið avhildin deildarleiðari og hevur røkt starvið síðani 1. januar 1999. Hann er 47 ára gamalur.
Hanus fer aftur í starv á Føroyabankadeildini í Runavík, nú hann gevst í Klaksvík.
Hans Petur Clementsen, sum nú er settur í starvið í Klaksvík, er 34 ára gamal. Hann hevur bankaútbúgving úr Føroya Banka og starvaðist hjá Kaupting til hann varð settur sum leiðari á Shell-støðini í Klaksvík.




