Leygardagin 21. februar hava Jóhanna og Christian Høgnesen í Klaksvík gullbrúdleyp.
Jóhanna og Christian bygdu sum nýgift heim á Gerðareiði ella á Heygum, sum grannalagið eisini varð kallað tá, í dag eitur tað Kráargøta, og her hava tey nú búð í 50 ár.
Christian er ættaður av Norðoyri, sonur Kristionnu av Kirkju og Jóan Karl Høgnesen, bónda í Niðristovu. Jóhanna er ættað frá Gjógv, dóttir Jørginu av Eiði og Jóhan Joensen í Blásastovu. Jóhanna og Christian eiga tvær døtur, Kristinbjørg og Jórun. Kristinbjørg er gift við Magnusi Isaksen úr Klaksvík, tey búgva í Hoyvík og eiga dóttrina Jóhonnu. Jórun er gift við Mikkjali Joensen, tey búgva í Klaksvík og eiga trý børn, Kristian, Jóhan og Sigrið.
Sum so mangur føroyingur á hansara aldri hevur Christian í stóran mun vunnið til lívsins uppihald á sjónum. Sum ungur tók hann skiparaprógv og longdina, sum tað tá kallaðist, á Klaksvíkar Sjómansskúla. Hann sigldi í nøkur ár sum bestimaður við Poppy til Onglands við fiski. Í bestu manndómsárum fekst Christian við útróður burturav. Saman við bróðurinum Dia og sváginum Jóan Paula átti og rak hann útróðrarbátin Brattenni. Útróður hevur Christiani altíð dámt væl, tí tað logar so nógv uppi við veiðu tú sjálvur hevur veitt. Áðrenn farið verður av stað mást tú ætla um veður og vind, tað er stórsligið at arbeiða úti í Guds fríu nátúru, og so er tað gleðin um fongin, tí her ert tú við í arbeiðnum frá byrjan til enda og mást líta á egna megi, vit og skil.
Umframt útróður hevur Christian eisini arbeitt sum smiður og fingist við húsabygging og fyrifallandi hondverksarbeiði.
Sum vanligt fyri kvinnur á hennara aldri hevur Jóhanna verið húsmóðir og passað hús, mann og børn. Jóhanna hoyrir til tey stillu í landinum, men kemur tú á tal við hana, merkir tú beinanveg, at hon er væl kjølfest í føroyskari mentan, bæði andliga og tímiliga. Frá Gjógv hevur hon havt góðan førning við sær til Klaksvíkar, og henda førning fingu døturnar inn við móðurmjólkini. Í dag kann Jóhanna fegnast um, at døturnar fingu ta útbúgving, hon sjálv ikki fekk høvi til at nema sær.
Hóast farin um tey áttati eru Jóhanna og Christian fitt eftir aldrinum. Christian er framvegis at síggja á knallert í býnum, har hann ger ørindi og prátar við fólk. Fert tú ein túr niðan á Borðoyarvík, hittir tú hann, ofta í holt við at hampa um bát og neyst, og eru líkindi er hann á floti saman við bróðurinum Dia. Útróðrar- og veiðihugurin er ikki farin enn og saman við bróðurinum førir hann enn mangan fongin til lands, sær og sínum til gleði og gagns.
Jóhanna hevur ongantíð verið so víðgongd, men tá til ber leitar hon sær enn í sjómanskvinnuringin, ið altíð hevur staðið hennara hjarta nær.
Tað kundi verið mangt at lagt aftrat á hesum stóra degi tykkara, men vit fara at enda her og ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum og mong góð ár framyvir.
Gullbrúdleypið verður hildið leygardagin frá klokkan 17.00 hjá dóttrini Jórun á Garðsenda 23, har øll eru hjartaliga vælomin.




