Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Umhugsa at stongja Stadionøkið um næturnar

John William Joensen

Fyri nøkrum døgum síðani vendið eg mær til Norðlýsið og kunnaði um støðuna á stadionøkinum, og vísti á at har var ikki tespiligt sum har sá út, og tað var beinleiðis vandamikið fyri tey sum íðkaðu ítróttina og onnur á staðnum, alt skýlið fleyt í glassplintri og rættuliga nógv glassplintur sløddust á vøllinum, alt av fløskubrotum sum verður gjørt seint um kvøldarnar.

Hvat er rættast at gera.?
Vit fingu fyri fáum árum síðani ein nýggjan vøll og eitt sera snotiligt fótbóltskýli, men skjótt løgdu vit merki til at tað eru nøkur sum ikki tykjast hava virðing fyri tí sum vakurt og reint er. Tá ringast stóð til og ongi onnur ráð vóru til at taka, gjørdu vit av at stongja stadionøkið um næturnar, hetta eydnaðist sera væl og trupulleikarnir vóru so at siga burtur, men so gjørdu vit av gera eina roynd at latað øki verða opið aftur, og hetta gekk væl í fyrstuni, men so við og við hava herverkini aftur fingið fastatøkur og nú er støðan so vánalig at eg noyddist at nevna fyri Norðlýsinum at vit umhugsaðu at stongja stadionøkið aftur um næturnar, áðrenn ítróttarfólkini o.o. fingu álvarsligar skaðar av glasið.
Afturat okkara ágrýtnu fótbóltsleikarum er stadionøkið okkara eitt hitt besta og mest brúkta spælipláss í Føroyum, og tað er ógvuliga áhugavert at síggja hvussu eitt ótal av børnum og vaksnum hugna sær har, tí er tað stórt spell at fleiri hava fragd av at oyðileggja hesa perlu mitt í Klaksvík.

Trupulleikin er ikki um dagin
Tað verður nevnt at trupulleikin er bert í vikuskiftinum, men í skrivandi stund er mikudagur, og eg var saman við umsitingini á staðnum í morgun, og tað var ein óhugnalig sjón at síggja øll fløskubrotini um alt skýli og  langt inn á graslíkisvøllin, so sigast kann við vissu at hetta fer fram seint á kvøldið og um náttina eisini mitt í viku.

Áheitan
Tað er uttan iva tey sum hugsa, at tað er óheppi at noyðast at stongja stadionøkið tí nøkur fá ikki duga sær hógv, og  hetta eri eg samdur í.
Tí ynski eg sum eina seinastu roynd, áðrenn vit kanska verða noydd at stongja stadionøkið um næturnar,  staðiðiga at heita á ungdómin um at vísa virðing fyri hesum kostnaðarmikla stadionøki.
 Eisini fari eg at heita á foreldur og avvarðandi um at gera teirra til at steðga hesi óhepnu viðferð av almennum ognum
Latið okkum øll standa saman um orðini "Reinur og fríur, Klaksvíkar býur”