Heini O. Heinsen sum hevur sitið sum bygdaráðsformaður í Kunoyar Kommunu síðan 1977 og umboðað Norðoyggjar á tingi frá 1984 til løgtingsvalið 20. januar 2004, er als ikki samdur við teimum sum halda at tað verður lættari úti á bygd um allar Norðoyggjar verða ein kommuna.
Sjálvur sigur bygdaráðsformaðurin í Kunoyar Kommunu at hann persónliga ikki skal verða nøkur forðan um fólk í kommununi vilja sleppa saman við Klaksvík, men drúgvu royndir hansara í kommunal- og landspolitikki siga honum at tað verður ikki lættari at búgva í eitt nú Svínoy og Fugloy um hesi plássini velja at leggja saman við Klaksvíkar Kommunu.
Landið rennur
undan ábyrgd
– Tað sum veruliga hendir við eini samanlegging av øllum kommununum í norðoyggjunum í eina stóra kommunu, er at landið sleppur undan ábyrgdini av at einki hevur verið gjørt fyri at stuðla undir livikorini á bygd í ára tíggju.
– Henda ábyrgd sleppa landspolitikkararnir undan og í staðin verður tað ein trupulleiki hjá Klaksvíkar Kommunu. Um fólkið sum býr á Fugloynni og Svínoynni vanta at Klaksvíkar Kommuna fer at koma sum ein frelsandi eingil fyri hesi smápláss, so trúgvi eg at tey verða skuffaði.
Í dag hava hesi pláss sínar egnu kommunukassar og tey kunnu í nógvum føri sjálvi avgera hvat í skal gerast. Men við at fara undir Klaksvíkina, skulu teir stríðast við umsitingina sum situr í Klaksvík hvørjaferð nakað skal gerast í bygdunum. Eg vænti at hetta kemur at verða ein ógvuliga tung mannagongd.
Óheppin úttalilsir frá borgarstjóranum í Klaksvík
– Eg eri sera keddur um at býráðsformaðurin í Klaksvík alment í fjølmiðlunum tosar um samráðingar sum skulu gera allar Norðoyggjar til eina kommunu.
– Borgararnir hjá okkum spyrja nú meg um vit ætla at smoyggja eina samanlegging niður yvir teir, men tað er als ikki tilfeldið tí vit hava als ikki tosað við Klaksvíkar Býráð um eina samanlegging.
– Hinvegin so eru vit jú tann kommunan sum liggur nærmast Klaksvík og er útbygd á hædd við Klaksvíkar Kommunu so er tað eingin praktiskur trupulleiki at leggja saman við Klaksvík.
Í Kunoyar Kommu eru kloakviðurskifti og útstykkingar í hvussu so er á hædd við tað borgararnir í Klaksvík í dag hava.
– Men eg haldið at borgarstjórin í Klaksvík og teir sum eru so heitir talsmenn fyri størri kommunalum eindum skylda borgarunum at lýsa hvat tað kemur at kosta borgarunum at búgva í hesum stóru eindunum.
Tað verður ikki ókeypis fyri borgaran í Klaksvíkar Kommunu at taka allar smæru bygdirnar í Norðoyggjum uppí.
– Í dag hava vit eitt sera gott samstarv við Klaksvíkar Kommunu har vit m.a. gjalda fyri nakrar tænastur sum okkara borgarar fáa úr Klaksvík.
– Eg trúgvi at vit eiga heldur at samstarva har tað hevur áhugað hjá báðum pørtum, enn at sleppa allari ábyrgd av økinum til eina stóra kommunu, sum so heldur ikki hevur møguleika til at útbyggja útjaðaran á kommununi á hædd við miðstaðarøkið í somu kommununi.
Skattaspurningurin.
Eitt mál sum hevur verið nógv frammi er at borgarar eru skrásettir búgvandi í eini lítlari kommunu við lágum skattaprosenti, meðan teir arbeiða og partvíst búgva í eini størri kommunu. Men Heini O. Heinesen sigur seg ikki skilja at hetta skal verða nakar trupulleiki.
– Taka vit støði í Kunoyar Kommunu, so hava vit jú fast vegasamband við Klaksvík og nógv hava eisini arbeiði í Klaksvík.
– Men vit samstarva um ymisk økir og vit gjalda Klaksvíkar Kommunu fyri tær tænastur, sum teir veita borgarum í okkara kommunu.
– Hinvegin so hevur eitt alibrúk sum er heimahoyrandi í Klaksvík, stóran part av sínum virksemið í Kunoyar Kommunu, men vit hava ongantíð gjørt krav upp á at fáa part av partafelagsskattinum hjá felagnum.
Við at koyra so hart fram við skattamálinum gera vit tað bert enn truplari hjá fólki sum gjarna vilja búgva á útoyggj og tað skilji eg ikki hví man vil tað.
Gongda leiðir
í útoyggjamálinum
Heini O. Heinesen hevur sera drúgvar royndir í landspolitikki og sigur at trupulleikin við at fáa fólk at støðast á útoyggj ofta er gjørdur meiri torskildur enn hann í veruleikanum er.
– Har tað er lív er eisini vón, og tí eiga landsmyndugleikarnir at syrgja fyri at at skapa arbeiðspláss á útoyggjunum.
– Eg síggi sera lítið í teimum tonkunum, sum hava verið frammi um eitt nú at fáa fólk sum arbeiða við teldu at flyta til útoyggjarnar. Slík fólk fara neyvan at røkja nakra oyggj til fjals og fjøru.
– Nei eg trúgvi meiri upp á tey fólkini sum hava røtur á útoyggj og tí eiga vit at geva hesum møguleikar at verða búgvandi ella flyta aftur.
– Eg skeyt einaferð upp at loyvir vóru givin smærri alibrúkum kring um í landinum og hugsaði eg serliga um útoyggjarnar. Hetta var í tí tíðini tá landsmyndugleikararnir játtaðu fleiri milliónir um ári til bátahyljar kring um í oyggjunum og metti eg at pengarnir vóru betur givnir um teir vóru nýttur til annlegsíløgur í alibrúk ella smoltstøðir..
– Um vit brúka Fugloynna sum døm, so er eingin loyna at tað sum hevur hildið lív í oynni í mong ár er vegarbeiði sum bleiv framt. Hetta var viðvirkandi til at fólk altíð var í oynni og sum áðursagt so er vón har sum tað er lív.
Eingin sparing í
kommunusamanlegging
Heini O. Heinesen sigur tað verða beinleiðis óseriøst at pástanda at tað skal verða nøkur samfelagslig sparing í at leggja kommunur saman.
– Eisini hevur verið sagt at tað kemur at skapa almenn arbeiðspláss kring landið tá eldraøki verður lagt út til kommunurnar.
– Hetta hongur ikki saman tí tey sum í dag umsita eldraøkið fyri landið hava ekspertisuna og tí er tað eisini burturvið at tosað um at skapa nýggjar umsitingar úti í hvørjum av hesum nýggju stórkommununum.
– Tað ljóðar væl í oyrunum at tað í dag verða bygd sambýli á hvørjum tanga kring landið, men vit eiga at minnast til at tann fíggjarliga orkan í hesum landinum er avmarkað, og tí vænti eg at tað verður sera trupult at finna pengar í framtíðin til raksturin hjá øllum hesum nú vit vantandi kunnu fáa niðurgongd í samfelagsbúskapinum.
– Hinvegin trúgvi eg at vit fáa eina størri samanblanding av ábyrgdini hjá landinum og hjá hesum ætlaðu stórkommununum og tað verður so í øllum førum ikki bíligari fyri borgaran sum skal liva í hesi stórkommunu.
– Lívið á hesum klettunum avhongur jú av fiskinum, sum livur í havinum og tí er umráðandi at vit ikki gera umsitingina á landi dýrari ella truplari enn hon er.
Kommunala sjálvræðið
Heini O. Heinesen ávarar ímóti at menn stara seg blindar í at leggja saman í størri eindir.
– Eg trúgvi at stóri munurin sum bygdafólki fer at merkja er at eftir eina samanlegging eiga tey ongan kommunukassa sum tey sjálvi ráða yvir.
– Skaldið yrkir " … at Klaksvíkin er Norðoya móðir…." og tað kann verða at summi hava hug at kasta alt yvir á móður sína, men sjálvur trúgvi eg at smáplássini koma at missa meira fyri minni.
– Annars vil eg undirstrikað at eg havi ikki lagt nakrar forðingar fyri at kommunur leggja saman og tosað um hetta, men nógv av tí sum hevur verið frammi í kjakinum hevur havt sera lítið við verðuleikan at gera.
– Tað er sera hugstoytt at lesa at borgararnir í smærru kommunurnar nassa upp á tær størru. Hetta er als ikki so og undirstrikar hetta bert hvussu verðuleikafjart kjakið um samanleggin er í mangar mátar.
Kommunusamanleggin
– At leggja kommunur saman er, eins í øðrum londum, ein prosess sum er farin í gongd, og kemur óivað at mynda okkara samfelag fram yvir.
– Tí skilji eg heldur ikki hví borgarstjórin í Klaksvík koyrir so hart fram við at Norðoyggjar skulu verða ein kommuna. Fyri kommunurnar í Norðoyggjum er einki alternativ til Klaksvík og tí trýgvi eg sum sagt at Norðoyggjar við tíðini verða ein kommuna.
Men hetta má ikki enda við at landið við samanleggingum í størri kommunalar eindir, sleppur sær undan ábyrgd av útoyggjunum.




