Tilbúgving: Í kvøld kl. 19 verður kunnandi fundur í Ósáskúlanum í Klaksvík um bjarging og tilbúgving í Norðuroyggjum
Fríggjakvøldið skipar Norðoya Bjargingarfelag fyri kunnandi fundi um bjarging og tilbúgving í Ósáskúlanum í Klaksvík. Ætlanin er at kunna norðoyingar um ta tilbúgving, sum er í Norðoyggjum, og geva teimum høvi til at seta spurningar, sum viðvíkja trygd, tilbúgving og bjarging.
Framløgur verða sambært skránni niðanfyri, og tær vera umleið 10 minuttir hvør. Eftir hvørja framløgu verður høvi til at seta spurningar. Iris stendur fyri at stýra orðaskiftinum.
Vegna Norðoya Bjargingarfelag fer Bárður Klakstein at umrøða skipanir, útgerð, manning og annað.
Løgreglumaðurin Karl Johansen fer at tosa um umrøða : Samskipan, tilbúgving og annað.
Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal tosa um lutin hjá sjúkrahúsinum í tilbúgvingini.
Esmar Klakstein, sløkkiliðsmaður fer at siga frá, hvat sløkkiliðið kann.
Helena Klein Pærtursdóttir frá Reyðakrossi fer at tosa um, hvat sálarlig fyrsta hjálp er.
Elsba Lützen fer at lýsa, hvat sjúkraliðið í Norðuroyggjum er.
At enda fer Dánjal J. Meinertsson at tosa um vitan og tilvitan.
Havandi í huga at várróðurin er byrjaður, fer Trygdarmiðstøðin eftir framløgurnar og spurningarnar at blása upp ein gummibjargingarbát til fýra persónar, sum er ein vanlig stødd umborð á smábátum. Harafturat verur høvi til at síggja ymiska útgerð, sum hevur við trygd og tilbúgving at gera. Eisini verður høvi til at seta fleiri spurningar til umboðini við pallborðið. Tilseinast verða nøkur eintøk av nýggju Føroysku fyrstuhjálparbókini burturlutað.




