Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagrøktarmammur og børn á føstulavintshaldi

John William Joensen

Dagrøktarskipanin í Klaksvík skipaði fyri tunnusláing mánadagin fyri børnum í dagrøktarskipanini útivið 30 dagrøktarmammur og 120 børn møttu.

Sigrun Vágstún, leiðari fyri Dagrøktini sigur, at tiltakið var væleydnað. Vit vóru eitt sindur bangin fyri at ikki so nógvar dagrøktarmammur fóru at hætta sær niðan í fimleikarhøllina við børnunum, tí veðrið var so vánaligt, men veðrið gjørdi teimum als einki, kanska heldur tvørturímóti, tí øll børnini, sum vildu vóru klødd út til tunnusláing og harafturat høvdu fleiri dagrøktarmammur eisini klætt seg úr, so vit fingu eina sera hugnaliga løtu í fimleikarhøllini og børnini hugnaðu sær óført.
Av tí at tað er smábørn vit fáast við, var ikki so ógvusligt gjørt burturúr kattakonginum. Øll børnini fingu smáar bommpakkar og sunkist, ímeðan kattakongarnir fingu ein hatt á høvdið.
Tiltakið byrjaðið kl. 9.30 mánamorgunin og vit hildu á til miðdags.