Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3. deild hjá Stjørnuni vinnari av deildini 2004

Oliver Joensen

Tá hálvleikur var í hondbóltsdystinum í dag, fekk 3. deild hjá Stjørnuni handað steyp og heiðursmerkir frá formanninum í Hondbóltsambandinum, Eivindi Jacobsen.

Sigast má, at tað hevur gingið sera væl hjá Stjørnuni í kvinnuhondbólti í ár. 1. deild liggur enn á 1. plássi og er steypavinnari. Ídag kundi Stjørnan prýða seg við enn einum heiðursmerki, nevniliga tá 3. deild bleiv vinnari av deildini og harvið flytur upp í 2. deild næsta kappingarár.
Gunnvør Isaksen, ið hevur verið venjari hjá 3. deild, sigur, at tað hevur gingið sera væl alt kappingarárið. Vit hava havt kvinnur í 3. deild, ið fyrr hava spælt á 1. deils, so sigast kann at tað, vit ikki hava havt í skjótleika, hava vit havt í royndum. Aldurin á kvinnunum í 3. deild í vetur hevur verið frá umleið 20 árum og upp í 41 ár.
Vit taptu fyrsta dystin ímóti Tjaldrinum og var orsøkin kanska at dysturin var so tíðliga í kappingarárinum, at fleiri av 3. deildarleikarunum vóru noyddar at leika við 1. deild og síðani taptu vit ein dyst móti TB á Tvøroyri. Annars hava vit vunnið flestu dystirnar við nógvum málum.
Vit meta tað at fara at hava stóran týdning fyri 1. deild, at Stjørnan nú eisini hevur lið í 2. deild. Har fara tær ungu, sum standa á gáttini til at kunna leika í 1. deild, rættuliga at kunna fáa sær útbúgving, tí munurin ímillum 2. og 1. deild er sjálvandi minni enn millum 3. og 1. deild.
Uppá fyrispurning okkara um tær "gomlu", sum hava spælt við triðju deild í ár, nú flyta upp í 2. deild, sigur Gunnvør Isaksen, venjari, at tað er ikki nakað avgjørt um enn, kanska verða onkrar at síggja í byrjanini í hvussu so er, men annars halda vit hetta meira vera ein møguleika hjá teim yngru.

Harleywoodpaint