Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frimann Baldvinsson farin

Oliver Joensen

Fríggjakvøldið andaðist Frimann Baldvinsson eftir stutta sjúkralegu, hann var 75 ára gamalur. Í KÍ-høllini ídag, minntust ítróttarfólkini Frimann.

Tá hondbóltsdysturin ídag, ímillum 1. kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Stíf skuldi spælast, segði formaðurin í KÍ nøkur fá orð um ítróttarmannin og KÍ stuðulin Frimann Baldvinsson. Frimann hevur alt sítt lív havt ómetalingan tokka til ítróttina og tá serstakliga KÍ. hann var ein av fremstu leikarunum hjá liðnum tá hann leikti í 50-unum og upp í 60-ini, men eisini eftir at hann legði fótbóltsstyvlarnar á hillina hevur hann verið sera aktivur í felagnum, eisini sum formaður.
Seinastu árini var tað Frimann, sum syrgdi fyri at flaggað varð við vøllin tá dystir og annað fyrifórðst, og bert 10 dagar áðrenn hann andaðist, handaði hann formanninum í KÍ lyklarnar og segði at nú orkaði hann ikki meira.
Ein fótbóltshetja og felagskempa er farin. Friður veri við minninum um Frimann Baldvinsson.