9. mars kl. 19.00, verður skipað fyri fiskivinnufundi í Klaksvík, sigur menningarstjórin, Rani Nolsø í tíðindaskrivi til Norðlýsið.
Hvussu betra vit møguleikarnar at fáa meiri burturúr tilfeinginum av ferskum fiski?
Hvørjir eru størstu trupulleikararnir hjá seljararum og keyparum av ferskum fiski í Føroyum í dag?
Eru tað manglandi trygdin fyri at vekt, stødd og góðska eru í lagi, tá fiskurin verður seldur, ella er tað at ferski fiskurin "ongan góðan eigur", eftir at hann er landaður – ella er tað bæði?
Í eina tíð hevur Kári Hansen, reiðari á útróðrarbátinum Grunningi, arbeitt við hesum máli.
M.a. eru broytingar gjørdar umborð á Grunningi, bæði við atliti til innrætting, útbúna og mannagongdir, sum gera tað effektivari at fáa fiskin skildan eftir vekt, stødd og góðsku.
Til at stýra hesum, hevur Com-Data ment eina telduskipan (VML), sum skrásetur og skjalfestur allar upplýsingarnar um fiskaríðið hjá Grunningi.
Endamálið við hesum broytingum er at kunna bjóða út eina vøru, sum hevur so breiðan áhuga hjá fiskakeyparum sum møguligt.
Á fiskivinnufundinum 9. mars fara vit at viðgera møguleikan fyri at fáa meiri burtur úr ferska fiskinum við útgangsstøði í royndunum, sum Grunningur higartil hevur gjørt.
Skrá:
1. Kári hansen greiðir frá nýggju royndunum við Grunningi
2. Agnar Jensen, Ráfiskakeyparafelagið
3. Óli Jacobsen, Fiskimarknaður Føroya
4. Eyðun Konradson, Meginfelag útróðrarmanna
5. Umboð fyri Kósavirkið.
Í kaffisteðginum fer Com-Data at greiða nærri frá VML skipanini og Árni Skaale frá Looknorth fer at greiða frá menning av pakkitilfari.
6. Kjak og spurningar.
Harumframt er Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Bjørn Kallsø boðin við til fundin.




