Fyrst av øllum – tillukku við valinum – og góða eydnu. Á seinasta aðalfundi hjá Fótbóltsambandinum var viðtikið, at atgongumerkini framyvir kunnu kosta 70 ,- kr. til ein fótbóltsdyst í 1. deild.
Og tað er í lagi. Tað kostar nógv at reka eitt tíligt felag sum KÍ.
Men eg hugsi um pensionistarnar. Tað er rættuliga nógv hjá einum pensionisti, ið bert hevur fólkapensiónina at dúga uppá.
Hvat við, at teir fáa ein avsláttur??
Tað eru tíbetur nógvir gl. menn – gamlir KÍ-ari og aðrir – ið síggja hvønn tann einasta dyst hjá KÍ í Klaksvík – og tað er rættuliga hugnaligt, at vera saman við teimum – og hoyra teir, hvussu nógv teir eru "við" í tí, sum fer fram á vøllinum og ongin av okkum høvdu vilja verið teir fyri uttan.
Men fara teir nú at halda seg burtur, tí tað kostar so nógv??
Tað má bara ikki henda.
Hvat við, at teir keypa eitt kort bíliga, ið er til allar heimadystir hjá KÍ?? Ella onkur onnur skipan, ið tit finna útav, so teir fáa avsláttur??
Fyri at hesin spurningur ikki "skal doyggja í syndini" fari eg at biðja formannin í KÍ svara her í blaðnum.
Við vón um, at okkara felag fer at fáa góð úrslit í ár,
við KÍ-kvøðu,
Jógvan E. Ósá.




