Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv virksemi á mentanarøkinum

John William Joensen

Higartil hevur ongin í umsitingini hjá býráðnum burturav havt mentunardeildina um hendir, men her fer broyting at koma í.

Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini í býráðnum sigur, at tað hevur verið sera óheppið, at onki fólk burturav hevur verið til at tikið sær av málunum hjá mentanarnevndini, men um stutta tíð verður eitt fólk sett til hetta.

Atlantis
Í hesum fíggjarárinum hevur býráðið sett meira pening av til Atlantis, soleiðis at stýrisbólkurin hevur kunna sett eitt fólk at leiða virksemið í húsinum.
Harafturat skuldi játtanin verið nóg stór til at húsið kann gjalda síni lán og eisini nakað til rakstur. Stýrisbólkurin hevur annars ætlanir um at gera nakrar broytingar við húsið, eitt nú hevur verið tosað um at gera gólvið slætt aftur, soleiðis at til ber at fáa fleiri fólk inn til ávís tiltøk.
Sjónleikarafelagið hevur ikki optimalar umstøður í húsinum og eg haldi ikki at vit kunnu gera so ógvuliga nógv við umstøðurnar hjá teimum fyrrenn vit hava fingið eitt nýtt mentanarhús í býnum. Meðan við bíða eftir tí, eiga vit at gera Atlantis so nýtuligt til allar partar sum gjørligt.
Sum eg skilji, so er biografurin eitt tiltak sum hvílir í sær sjálvum og gevur nakað til raksturin av húsinum annars. Men sjálvandi er tað ikki nummar eitt at hava biografin í sama høli sum sjónleikin, tí tað kolliderar, bæði við venjingartíðum og framførðslutíðum.

Nýggj ítróttarhøll
Saman við Klaksvíkar Badmintonfelag verður í løtuni arbeitt við eini nýggjari ítróttarhøll í Klaksvík, sigur Jórun Høgnesen, formaður í mentunarnevndini víðari.
Ætlanin sum nú liggur á borðinum ber í sær, at nýggja ítróttarhøllin skal byggjast vestanfyri svimjihøllina og skal hon byggjast soleiðis, at hon kann byggjast saman við KÍ-høllini, hugsað verður millum annað í hesum samanhanginum um størri tiltøk, sum kunnu vera í báðum høllunum samstundis.
Høllin, sum ætlanin er at byggja, skal hava fullan hondbóltsvøll.

Tónleikabólkar
Arbeitt hevur eisini verið í mentanarnevndini um at útvega teim ymsu tónleikabólkunum innivist.
Hetta hevur verið ein eitt sindur trupul uppgáva, men í løtuni sær út til at vit fáa hetta upp á pláss um ikki so langa tíð. Vit hava í huganum eitt umhvørvi har umsjónarfólk verður sett og har fleiri ymisk rúm eru til ymsu bólkarnar og har eisini felagsrúm verður til eitt nú kaffirúm og annað.

Útbygging av Ósáskúlanum
Bygginevnd er sett til útbyggingina av Ósáskúlanum. Í nevndini sita Símun P. Hjelm, skúlastjóri, Kristina Lutzen, lærari, Óluva Klettskarð fyri skúlastýrið, Hans Fróði Hansen og Gunnleyg Danjalsson fyri teknisku deild hjá kommununi.
Roknað verður við, at projekteringin og tekniarbeiðið verður liðugt í september og verður tá klárt at bjóða arbeiðið út.
Útbyggingin av Ósáskúlanum snýr seg um  áleið 16 skúlastovur og verður bygt í trimum ella fýra byggistigum, tó so at øll byggistigini eru samanhangandi og kunnu takast í nýtslu so hvørt tey eru liðug, sigur Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð at enda.