Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rammurnar hava stóran týdning

Oliver Joensen

Í byrjanini av kappingarárinum hjá hondbóltinum, varð kunngjørt, at ætlanin var at skipa fyri betri undirhaldi fyri áskoðararnar tá hondbóltur var.

Flestu, sum ganga til hondbóltsdystirnar og fylgja Stjørnuni, eru helst á einum máli um, at "Showið" er best í KÍ høllini.
Hóast tað, so halda vit at Stjørnan eigur at hava eitt meira javnt støði undir hondbóltsdystunum. Tað byrjaði við FCK-Cheerleaders, sum undirhildu í hálvleikinum og onkuntíð hava okkara egnu KÍ-kveikigenturnar verið á vøllinum, og sigast skal beinanvegin, at vit halda ikki at tær standa aftanfyri gestirnar frá FCK, ið vit sóu í byrjanini av kappingini.
Hallarspeakarin Kristian Joensen er omanfyri allar aðrar hallarspeakarar, men Stjørnan eigur at finna útav at skipa eitt trygt speakaralið, soleiðis at tað eisini virkar, tá tað ikki ber Kristiani til. Hóast undirhaldið til hondbóltsdystirnar í KÍ-høllini er tað besta vit kenna her á landi, so eigur Stjørnan at halda støðið ella í hvussu so er eitt minstamark til allar dystir.