Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur: SÍ – Mjølnir 21-25, 25-23, 18-25 og 18-25: Einki verður avgjørt fyrr enn í seinasta umfari

John William Joensen

Hóast Mjølnir MM ikki leikti upp til tað besta, so fóru klaksvíkingar avstað úr Sørvági við sigrinum sum roknað varð við frammanundan dystinum



Trúgvi Poulsen sigur, at hann ikki var nøgdur við spæli hjá Mjølni.
– Vit leiktu ein miðal dyst, og tað sær út sum um at menn longu eru farnir at hugsað um dystin móti ÍF á Kambsdali.
– Hóast vit vunnu móti SÍ so kunnu vit als ikki verða nøgdir við spælið og skal innsatsurin verða munandi betur um vit skulu vinna á fuglfirðingum í seinasta leikumfar.
Hóast Mjølnir hevur ein dyst ímóti Fleyr í Klaksvík, áðrenn fuglfirðingar standa fyri tørni, so er dysturin móti Fleyr teoretiskt ikki áhugaverdur.
Støðan er tann at Mjølnir er tvey stig frammanfyri ÍF, men fuglfirðingar standa betur í settum, og tí skal Mjølnir vinna á ÍF í seinasta dystinum á Kambsdali, líkamikið um dysturin móti Fleyr verður vunnin ella taptur.

Fyrireikingar til “Finaluna”
Trúgvi Poulsen dylur ikki fyri, at Mjølnir í løtuni fyrireikar seg til “Finaluna” á Kambsdali.
– Vit kenna sera væl ÍF og vita hvussu teir spæla og tí bera venjingarnar nú brá av fyrireikan til dystin móti ÍF.
– Allir leikarar eru tøkir, og tí verður dysturin ímóti Fleyr partvíst brúktur sum venjingardystur til dystin móti ÍF. Eg trúgvi tað hevur týdning fyri sjálvsálitið at vit spæla ein góðan dystin móti Fleyr, men sum sagt so skulu vit álíkavæl vinna á ÍF fyri at gerast meistarar.