Eftir at nýtt BLÝFRÍTT BENSIN OKTAN 95 kom til landið við tangaskipinum MAGN í farnu viku, eru vit í dag farin undir at selja hetta á flestu Shell støðunum kring landið.
Sum er, kunnu flest allir bensinbilar nýta blýfrítt oktan 95. Allir bilar, sum eru framleiddir eftir 1990, kunnu nýta blýfrítt oktan 95. Tað er sostatt bert ein minni partur av bensindrivnu bilunum í Føroyum, ið framhaldandi noyðast at nýta oktan 98.
Eru ivamál ella spurningar um ein bilur kann nýta oktan 95, so mæla vit til, at spurt verður um hetta hjá teimum ávísu bilforhandlararunum. Ofta ber eisini til at kanna hesi viðurskiftir í instruktiónsbókini, sum hoyrir til bilin.
Hendan umlegging gevur okkum bíligari innkeyp og verður prísurin tí lækkaður tilsvarandi.
Shell fer framhaldandi at selja oktan 98 á mestsum øllum støðunum í Føroyum.
P/F Føroya Shell.




