Kvinnurnar á veg móti 10. meistaraheitunum síðani meistaradeildin varð sett á stovn í 1986
Seinast Mjølnir vann bestu deildina fyri kvinnuflogbólt, var í 2000 men annars hevur Mjølnir vunnið helvtina (9 ferðir) av meistaraheitunum sum kappast hevur verið um síðani meistaradeildin varð sett á stovn í 1986.
Dráttur Mjølnir
Tað var annars Dráttur sum skuldi vinna dystin um tær framvegis skuldu varðveita møguleikarnar at gerast meistarar, men sum dysturin leið var Mjølnir somikið væl leikandi, at einki var at gera hjá Drátti.
Vit høvdu allan dystin yvirvág í spælinum og gjørdu so at siga ongar servufeilir. Alt gekk sum tað skuldi, og tí var ongantíð nakar ivi um sigurin, sigur ein sera vælnøgd Marjun Kalsø.
Mjølnir ikki ráð at tapa
Kvinnurnar hjá Mjølni eru í somu støðu sum menninir. Tær skulu nevniliga vinna teir báðar seinastu dystirnar fyri at gerast meistarar.
– Um vit tapa nakran dyst so er TB meistari tí hóast vit eru tvey stig frammanfyri so hava tær betur settmun, so vit hava eitt at gera og tað er at vinn dystirnar sum eftir eru, sigur Marjun Kalsø




