Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helena roynir eftir hávi

John William Joensen

Línubáturin Helena hevur gjørt eina roynd eftir hávi og eydnaðist hendan so mikið væl, at avgjørt er at leggja um.

Per Simonsen, skipari á Helenu sigur við Norðlýsið, at teir gjørdu eina roynd í tríggjar dagar bara við vanligari 9mm línu og vanligum teymum.
Vit settu tríggjar setur og fingu um 10-11 tons. Hávurin er seldur til Frankaríkis og vit rokna við at fáa eini 16 til 17 krónur fyri kg.
Nú hava vit útvega okkum línu til hesa veiðu. Vanliga línan, sum vit brúktu var illa bitin og nógvir teymar vóru burtur. Hávalínan sum mann vanliga brúka hevur weirteymar og er sterkari enn vanliga línan.
Hávasløgini eru Glygghávur, ið hvør vigar um 5-6 kilo og so Skrubbhávur, ið vigar úr 10 kg og uppeftir.