Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loystu teldutrupulleikarnar á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn

John William Joensen

Sjúklingahotellið hjá føroyingum í Keypmannahavn fekk dyggan stuðul frá avvarðandi hjá sjúklingum, sum búgva á hotellinum.

Klaksvíkingar, ið eru í Danmark í sjúkraørindum tóku dyggiliga undir, tá ein fuglfirðingur beyð sær til at bøta um vánaligu telduviðurskiftini á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn.
Ein teirra sigur soleiðis frá: Teldukervið á Hotel Tórshavn hevur verið sera vánaligt, bæði tá talan er um teldurnar hjá starvsfólkunum og umstøðurnar hjá sjúklingum og teim avvarðandi, ið búgva á hotellinum, at koma út á internetið.
Fuglfirðingurin, ið hevur skil fyri slíkum tingum og sum skuldi búgva her í eina tíð, beyð sær til at fara undir at bøta um hesi viðurskifti, treytað av at vit klaksvíkingarnir, sum eisini búgva her, hjálptu honum við at leggja kaðalar og gera alt tað praktiska, ið nú einaferð fylgir slíkum arbeiði.

Fingu dyggan stuðul
Skjótt var komið eftir, at teldurnar og útgerðin, ið hotellið nýtti, var gomul og ótíðarhóskandi og tí fóru vit beinanvegin undir at royna at útvega stuðul til tað, vit skuldu brúka.
Vit ringdu so heim, og sigast skal, at Norðoya Sparikassi, JFK-Trol og JH-Møblar tóku sera væl undir við áheitan okkara, ja, so væl, at til bar at keypa tríggjar nýggjar teldur, ein laserprentara og harafturat nýggjar skrivstovustólar til teldustovuna hjá sjúklingunum.
Nú vit eru lidnir við arbeiðið, er teldukervið á hotellinum sera væl útbygt. Til ber at hava egna farteldu á kamarinum og yvir tráðleysa sambandið í húsinum at koma inn á netið og harafturat kunnu vit nú síggja Dag og Viku hvørt kvøld kl. 22 yvir internetið og harafturat er ongin trupulleiki at hoyra Útvarpið allan dagin.
Umframt tætta sambandið, sum hotellið nú hevur við fjølmiðlarnar heima, so er lætt og skjótt at samskifta við okkara kæru heima um teldupost, so nú er vegurin heim hóast alt ikki so langur kortini.
"Teldufrøðingarnir" og Sjúklingahotellið biðja okkum takka Norðoya Sparikassa, JFK-Trol og JH-Møblum so hjartaliga fyri stuðulin.