Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíbliustríðið hjá Dimmu

John William Joensen

Óhugnaligt at størsta føroyska ávísin nú skal liggja framvið at birta undir kríggj um átrúnað her á landi.

Tey munnu óivað vera mong, ið góvu próvsti rætt, tá hann gjørdi vart við tað óhepna í at kirkjumál í nýggju samgonguni vóru løgd undir landsstýrismann, ið ikki hoyrdi til kirkjuna, ið hvussu so er so leingið kirkjan hevur annan status í samfelagnum enn øll onnur trúarfeløg.
Flestu okkara munnu óivað duga at síggja trupulleikan, sum próvstur er í, men hinvegin sær tað út til, at ikki er so ógvuliga einfalt at loysa hendan spurningin.
Tá so okkara størsta blað í framhaldi av hesum álvarsspurningi, ovast á breddanum borðreiðir við illgitingum um, at kanska hevur babtisturin í landsstýrinum longu gjørd vald sítt galdandi, við at seta eina leinkju til bíbliuna sum abbi hansara umsetti, ístaðin fyri bíbliu kirkjunar, tá má sigast at blaðið ríðir so niðarlaga at vandi er fyri at fáa tara um hógvarnar.
Hóast blaðið byrjar greinina við "Victor Danielsen fram um Jákup Dahl" og í byrjanini av greinini ber uppundir at landsstrýsismaðurin Jógvan á Lakjuni skal hava gjørt sína ávirkan galdandi fyri at fáa bíbliuumseting abbans framum hana hjá kirkjuni, so endar greinin við millum annað at siga "Ei heldur vita vit, um talan bert er um eina villu, ella eina miðvísa ger". Álvaratos, hvat veit Dimma í hesi søk, annað enn illgitingar.
Ongin eigur at ivast í, at meira fer at koma frá sama blað í hesum stríði, tí í einum broti í somu grein stendur: "Vit hava tískil um hendan  s k e i v a  bíbliuleinkjan er frá tíðini áðrenn Jógvan á lakjuni varð settur í starv, ella um hon er komin síðani".