Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Timburhandil keypt Kanjon

Oliver Joensen

Í dag hevur Klaksvíkar Timburhandil keypt bygningin hjá Kanjon á Skarðhamri. Timburhandilin hevur í hyggju at brúka bygningin til m.a. at gera lyklaklár hús.

Símin á Høvdanum, stjóri í Klaksvíkar Timburhandli sigur við Norðlýsið, at samráðingar um keyp av bygninginum hjá Kanjon á Skarðhamri hava staði uppá í eina tí og nú er sáttmáli endaliga undirskrivaður.
Timburhandilin roynir at bøta um viðurskiftini hjá viðskiftafólki, ið fara undir at byggja hús og ætlanin er millum annað at bygningurin á Skarðhamri eisini skal kunna nýtast av viðskiftafólki til tilrigging av stórviði og øðrum.
Í bygninginum er eisini ein snikkaraverkstaður og møguliga verður timburverkstaðurin sum frammanundan er í Timburhandlinum fluttur út á Skarðhamar.
Onki verður upplýst um keypskostnaðin.