Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarin skrivar: Ein heilsan til Heina í Kunoy

John William Joensen

Góði Heini, eg læs tað tú skrivaði í Norðlýsinum nr. 7 um kommunusamanleggingar, har tú sigur at vit eiga ikki at stara okkum blind í samanleggingum.

Beinraki og stutt sagt.
Av gomlum vana havi eg fylgt við í teimum samanleggingum, ið eru farnar fram higartil. Mær hevur hetta havt ein dám av eini mótasak heldur enn avgerð tikin eftir eini greiðari niðurstøðu av fyrimunum við kommunusamanlegging.
Hóast nógvan spenning og mong háfloygd orð, so havi eg enn ikki sæð uppsett lista við stórdriftarfyrimunum ella møguligum vansum við eini kommunusamanlegging.
Mjørkatos um okkurt illt ið fer at henda um kommunur ikki leggja saman, hevur tó ikki skorta.
Ein samanløgd kommuna við 1500 fólkum pr. 1/1-2004 kemur at hava 7 kirkjugarðar, 8 vatnverk, 6 skúlar, 3 barnagarðar og kanska 5 kloakkreinsiverk.
Vit kæra okkum um danska imperialismu – munnu vit sjálvi vera heilt frí fyri imperialismu?
Heini, í hasi greinini haldi eg at tú hevði bæði beinini á jørðini.

Jógvan í Løguni.

Harleyfacadeacryl