Leygardagin verður ein konsert við einum strúkiorkestri frá Tónlistarskúla Kópavogs, tey eru komin á eina stutta vitjan til vinarbýin fyri at fáa samband við næmingarnar hjá tónlistarskúlanum.
Hetta eru 12 næmingar í aldrinum 13-16 ár og eisini eru tvær gentur við, sum spæla tvørfloytu í einari konsert fyri 2 floytur, strúkara og cembalo av Vivaldi. Skráin er annars rættiliga blandað, við stykkjum fyri violin og klaver, cello og klaver og fyri strúkiorkestur. Millum annað spæla tey Leikutoysymfoniina hjá Leopold Mozart, har luttaka næmingar frá Klaksvík við at spæla leikutoy!
Hetta er aðru ferð eitt orkestur frá Tónlistarskúlanum í Kópavogi kemur á vitjan til Klaksvíkar, fyrru ferð var 1986.




