Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Beinleiðis til Italia við FlyPlus og Atlantic

John William Joensen

Atlantic Airways hevur gjørt sáttmála við danska fyritøku um at flyta ferðafólk til og frá Italien og hetta hevur við sær gyltar møguleikar hjá føroyingum eisini.

Á lítlari samkomu á Hotel Føroyum týskvøldið, greiddu teir báðir John Nielsen og Ib Larsen frá FlyPlus frá ætlanum hjá felagnum, nú Atlantic Airways var kosið sum felagið, ið skal flyta ferðafólk teirra ímillum Danmark og Italien.
Uttan at veruligir prísir fyri eina vikuferð í Italien komu á borðið týskvøldið, so var tó upplýst, at kostnaðurin fyri flúgvingina úr Føroyum til Miðitalia og aftur til Føroyar umvegis Keypmannahavn fór at liggja um einar 3.000 krónur.
Hetta hevur við sær, at vit í summar kunnu rokna við at fáa tilboð frá FlyPlus um eina viku í Italien við uppihaldi og mati fyri umleið 5.000 krónur.
Sum sagt, so verður flogið til Umbrien í Italien, sum sigst vera sera vakurt og fjølbroytt øki. Úr Umbrien er lætt at ferðast til restina av Italien og upplýst var at tað mundi taka um hálvanannan tíma at koyra til høvuðsstaðin Rom.
Sum skilst, so leggur FlyPlus fyrst og fremst dent á ferðafólk úr Skandinavisku londunum, men við tað at teir valdu Atlantic sum flutningspartnara, fara teir eisini at gera nakað við at fáa Føroyingar uppí teirra viðskiftafólkaskara og eisini at fáa italiumenn at koma hendavegin.
Við sær til Føroya hevði FlyPlus eisini gistingarhúseigarafeðgar, sum løgdu fram tað teir høvdu at bjóða og fingu vit, sum vórðu boðin til átakið at smakka italienskar rættir og vín frá Umbrien í Italien.
Við á ferðini í Føroyum var eisini Emanuela Consortini frá italsku ferðamannaskrivstovuni í Danmark.

Harleywoodpaint