Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Franklin Ziska: Føroyameistari í Fótbólti 1942: Eg bíði framvegis eftir avrokningini

John William Joensen

Franklin Ziska er KÍ-veteranur og fyrrverandi tennisspælari men umframt hetta er hann kendur fyri sítt lætta og skemtingarsama lindið.

Hóast Franklin er farin um tey 86 árini so er hann framvegis skemtingarsamur av lindi:
Tá undirritaði spurdu um tað var Franklin Ziska í hinum endanum av telefonini, var gamli KÍ-arin skjótur at svara:
" Tað haldi eg – Eg haldi í hvussu so er at tað líkist honum!".
-Hvussu gamal eru tygum? var næsti spurningurin frá undirritaða.
" Hvussu gamal?- Eg eri so gamal at eg fyri langari tíð síðan havi gloymt hvussu gamal eg eri!".
Undirritaði royndi síðani at tosað um fótbólt.
– Tygum vóru við til at vinna meistaraheitið í 1942 í fótbólti?
" Ja, men eg havi ikki enn fingið lønina, so eg sitið framvegis og bíði eftir avrokningini!"
Undirritaði royndi enn einaferð:
– John Reid skrivar at nógv fólk var til finaludystin og at hann var rættuliga spennandi:
– "Tað kann gott verða at John Reid skrivar tað, men eg má siga sum er at eg havi eitt kúbýtt minnið. Tær góðu og spennandi løturnar minnist eg als ikki, men tá tað var ódnarveður og vit taptu – tær løturnar minnist eg." sigur Franklin meðan hann smílist.
Jú vit mugu staðfesta at hóast aldurin er farin at tyngja so er lindið framvegis lætt hjá Franklin og tað løtuna vit hava práta saman er undirritaði fleiri ferðir farin í kík av látri.

Dámdi betur at spæla tennis.
Franklin greiður frá at hóast hann luttók í fótbólti, so var hugur hansara meiri til tennis.
– Eg minnist eg plagdi at sita og eygleiða meðan Karl í Norðurstovu og aðrir spældu tennis og eg helt tað verða eitt so avbera vakurt spæl.
– Tað settið eisini meiri krøv til ein sjálvan tí har vart tú einsamallur.
– Men hinvegin so var sera trupult at sleppa upp í at spæla tennis, men her lá betur fyri í fótbóltinum. Teir manglaðu altíð onkran leikara so har var lag á manni at sleppa við. Eg vil tó ikki siga at eg hevði nakran stóran leiklut á liðinum. Teir tóku meg við tí teir funnu ongan annan.
Spurdur um hann skoraði nakað mál sigur Franklin soleiðis:
" Hygg!! – har er aftur trupulleikin við mínum býtta minni. Eg haldið meg hava skorða okkurt málið, men tá eg bara minnist til tapini, kann eg ikki minnast meg hava skorað."

Fótbóltur í dag
Franklin Ziska er givin við at hyggja eftir fótbólti.
– Eg hyggi einans tá fótbóltur er í sjónvarpinum. Teir siga at fótbóltur í dag skal verða so fantastiskur, men eg haldið nú at vit vóru ikki so galnir fótbóltsleikarar!
Einaferð skulu KÍ leikarar hava etið hvør sítt rátt egg undan dysti tí tað skuldi geva megið. Men KÍ tapti dystin heili 9-0 og tá skal Franklin hava sagt eftir dystin at tað var nú gott teir ikki fingu sær tvey egg í part.
– Hatta minnist eg einki til. Tey lúgva so nógv upp á meg, men tað ger einki tí mær hevur altíð dámt væl at skemtast, sigur Gamli KÍ-veteranurin sum var við til at vinna fyrsta FM heitið í fótbólti í 1942.

Harleyfacadeacryl