Leygardagin kl. 15 lat upp myndaframsýning við Jógvan Purkhús o.ø.
Myndaframsýningin verður opin til 10. apríl og er talan um málningar, blíantstekningar, vatnlitsmyndir og klippmynd.
Umframt Jógvan Purkhús eru myndir á framsýningini eftir Hans Hansen, Páll Purkhús, Jóngerð Purkhús og Jakob Jóhannsson (Purkhús).
Vit vóru framvið leygardagin beint áðrenn framsýningin lat upp og var Jógvan júst í ferð við at hanga myndir upp.
Jógvan Purkhús sum er búðsitandi í Íslandi, var sera fegin um at verða komin heim at vitja.
– Tað er so fantastiskt at uppliva Klaksvíkina aftur serliga tá ein er so nógv burtur sum eg eri, segði hann tá vit hittu hann á máli.




