Sunnumorgunin 18. apríl kl. 8.45 verður Jonhard Larsen úr Klaksvík millum teir umleið 35.000 rennarnir, sum fara at renna marathon í the streets of London. Rutan í London liggur framvið fleiri søguligum støðum av býnum, nevnast kunnu Thames-áin, Tower Brigde, Westminster, Big Ben og Buckingham Palace har í sjálvt málið er.
Jonhard Larsen hevur áður luttikið í tveimum marathon kappingum. Fyrru ferð var í Berlin Marathon í september 2002, tá hann gjøgnumførdi í tíðini 3t.02,23m og bleiv nummar 1.436 av umleið 26.000 gjøgnumførandi. Aðru ferð var í London Marathon í apríl seinasta ár, tá hann kom undir teir magisku 3 tímarnar og fekk tíðina 2t.58,15m og gjørdist nummar 754 av gott 32.000 gjøgnumførandi.
Til kappingina hesaferð hevur Jonhard, sett sær enn hægri mál, tí hann ætlar at náa undir 2t.50,00min. Hann hevur tí vant væl meira hesaferð enn til undanfarnu kappingar. Venjingin hjá honum hevur gingið avbera væl allan vetur. Fyrsta mál á vegnum var ½-marathon kappingin í Eysturoynni í januar, og longu tá fekk ein at síggja, at venjingin hevði givið úrslit. Jonhard betraði tá ½-marathon tíðina við meira enn trimum minuttum. At venjingin hevur gingið væl, er ikki minst takkað verði rennibandinum hjá Treystinum. Rennibandið hevur gjørt tað, at Jonhard hevur kunna vant sum ætlað allan vetur, og hevur hann tí ongantíð verið darvaður av veðrinum. At fyrireika seg til marathon krevur nógvar kilometrar í beinini, og tað hevur Jonhard fingið í vetur. Fyrireikingin til London Marathon byrjaði í november, og hevur hildið fram næstan hvønn dag síðani. Í november mánað vandi Jonhard 150 kilometrar, í desember 320 kilometar, í januar 210 kilometrar, í februar 345 kilometrar og í mars 430 kilometrar. Tá ein venur til marathon, skal ein undir venjing helst hava runnið einar 6-8 túrar omanfyri 30 kilometrar. Tað hevur Jonhard eisini gjørt og hevur longsti venjingartúrur verið uppá 32 kilometrar.
Stór framgongd
Jonhard Larsen, sum veruliga byrjaði at renna í 2001, hevur havt stóra framgongd hesi árini. Hann hevur veruliga prógva, at miðvís venjing í longri tíð gevur úrslit. Hann hevur vant miðvíst til nøkur mál hann hevur sett sær, og hevur hann nátt teimum málum.
Jonhard betra seg meira enn 2½ minutt á 5 kilometur teininum, knappar 4 minuttir á 10km teininum og yvir 10 minuttir á ½-marathon teininum.
Kend fólk renna eisini marathon
Í stórum marathon kappingum eru ofta kend fólk við. London Marathon 2004 er onki undantak í so máta. Av kendum fólkum hesaferð eru m.a. frá fótbóltinum Mark Hughes, sum hevur leikt við Manchester United og Graham Taylor, sum hevur verið landliðsvenjari hjá Onglandi.
Tá ein fer uttanlanda at renna, so er tað eisini kostnaðarmikið og hevur Jonhard fingið góðan stuðul til luttøkuna í London Marathon frá Sportmaster í Klaksvík, Atlantic Airways, Kósini og Føroya Bjór. Vit ynskja Jonhard Larsen góða eydnu í London Marathon 2004.




