Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Hátíðarløta í samband við samanlegging

John William Joensen

Í samband við undirskriving av sáttmála um samanlegging av Klaksvíkar Kommunu og Mikladals Kommunu verður hátíðarhald í býráðshøllini í morgin.


Í tíðindaskrivi frá Klaksvíkar Býráð stendur soleiðis skrivað:
– Sum kunnugt hava Mikladals Kommunustýrið og Klaksvíkar Býráð samtykt at taka undir við sáttmála um samanlegging av kommununum báðum, galdandi frá 1. januar 2005.
Í hesum sambandi verður hátíðarløta í býráðshøllini í morgin, summarmáladag, 14. apríl 2004, kl. 17:30 har borgarstjórarnir báðir fara at skriva undir sáttmálan, samstundis sum landsstýrismaðurin í kommunumálum verður hjástaddur.
 
Skráin fyri løtuna:
Kórsangur: Kvinnukórið Suð.
Undirskriving av sáttmála.
Røður: Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, Markus S. í Norðnástovu, borgarstjóri og Jógvan við Keldu, landsstýrismaður.
Kórsangur: Kvinnukórið Suð.
Ábit.
 
 

Harleywoodpaint