Norðlýsið var ein túr við tyrluni hjá Atlantsflog í góðveðrinum í gjár summarmáladagin.
Flogið var av tyrlupallinum uppi á Horni upp um Hálsin, yvirímóti Syðradali, inn yvir pállin og síðani yvir Klaksvíkini.
Myndirnar tóku Oliver Joensen og Sonja Ravnsfjall Kjølbro.




