Borivognurin sær ótolin út, har hann stendur uttanfyri høllina hjá NCC. Pomek skal gera ein nýggjan pall á borivognin áðrenn vognurin sleppur framat beninum.
Tá borað verður ídag fyri fyrstu spreingingini, verður stóri borivognurin ikki brúktur. Stóri borivognurin sleppur ikki ígongd fyrr enn um vikuskiftið, tí fyrst skal hann riggast eitt sindur til og gerast endaliga klárur til stóru uppgávuna.
Tá móttøkan verður við Borðoyarvík ídag, fer hann at standa sum eitt symbol uppá teknikkin, ið verður nýttur til tunnilsarbeiðið. Ógvusligur sær hann út í hvussu so er.




