Sum sæst í lýsing aðrastaðni í blaðnum so verður fundur fyri øllum við áhuga fyri Aloe Vera vørunum á Sjómansskúlanum 6. mai kl. 19.
Tað er Irena Jacobsen, ið umboðar Aloe Vera vørurnar frá Forever Living í Føroyum og hon sigur, at Aloe Vera vørurnar frá Forever Living Products eru gjørdar úr frískari Aloe (eftir stabiliseringshátti), ið FLP hevur heimspatent uppá, so tú kanst ikki fáa betri Aloe Vera vørur. Harafturat kemur 90 daga nøgdargaranti, sum sigur, at um tú ikki ert nøgdur við eina vøru frá FLP, so er møguleiki at lata vøruna inn aftur saman við kvittan innan 90 dagar og tú fært peningin aftur. So einki er at missa, men bara at vinna.
Forever Living Products var fyrsta felag, ið fekk tilluta kvalitetssertifikat frá international Aloe Science Council, sum er óheft institutt í USA. Hetta stempul eer trygd fyri hægstu góðsku av Aloe Vera vørum.
Aloe Vera vørurnar verða seldar beinleiði8s til kundan, eisini frá øllum viðgerðarstovnum, so sum hárfríðkanarstovum, tannlæknum, djóralæknum, fysioterapeutum og Home Party og øðrum.
Irena Jacobsen sigur, at tey alla tíðina eisini leita eftir vertinnum til Home Party og undirstrikar, at øll eru hjartaliga vælkomin á Sjómansskúlan 6. mai.




