Eitt venjingarkvøld í 1996 bleiv Allan Joensen taklaður aftanífrá og síðani hevur hann havt stórar trupulleikar við hælsinini.
Ein av profilunum á KÍ-liðnum seinastu 14 árini er Allan Joensen men higatil hevur hann ikki kunna verið við í ár.
Hóast hann leikti meginpartin av kappingini í fjør og eisini vandi við fullari megi til februar í ár so er skaðin í hælsinini nú vorðin so álvarsligur at evnaríki KÍ-veteranurin ikki einans má vera fótbólt fyri uttan, men eisini hevur stórar trupuleikar í dagligdegnum.
– Eg havi í løtuni áhaldandi pínu í hælsinini. Serliga um morgnarnar er tað ringt at seta beini til so í løtuni kemur tað als ikki upp á tal at spæla fótbólt.
Skaddur undir venjing
Fleiri venjarar hava havt á orði at tá dystir verða leiktir undir venjing hjá KÍ geva leikarar seg í so nógv. Taklingar flúgva gjøgnum luftina og tað var júst í slíkum dysti at Allan fekk trupulleikar við hælsinuni.
– Sjálvur dámar mær væl at gera taklingar og hendan dagin havi eg kanska verið í so nærgangandi, tí áðrenn eg vardi bleiv eg taklaður aftanífrá og her byrjaðu trupulleikararnir við hælsinuni.
– Umtalaða hendingin fór fram undir venjing beint undan næst seinasta dystinum, og skaðin var somikið álvarsligur at eg ikki fekk spælt við. Tó slitnaði hælsinin ikki.
– Men eg bleiv lagdur undir skurð tí øklaknúturin var loysnaður og hann bleiv síðani boltaður fastur. Eg mátti ganga í gipsi í 10 vikur. Tað sum læknin ikki visti var at eitt bein, sum er aftan fyri liðbandið, eisini var brotnað. Tá so skrúvan verður tikin úr beininum og gipsið tikið burtur havi eg framvegis pínu.
-Eg gekk fleiri ferðir út á sjúkrahúsið men læknarnir sóu einki og hælsinan sá út til at verða í lagið. Tá teir so at enda tóku rønkenmyndir sóu teir lítla beini sum sat beint aftan fyri hælsinuna. Tað hevði flutt seg niður og lá nú og trísti inn á hælsinuna.
– Síðani varð eg aftur lagdur undir skurð og beinið tikið burtur.
Borðin út av vølllinum
– Ofta verið eg mintir á dystin móti HB í Klaksvík í 1997 tá eg bleiv borðin út av vøllinum.
– Eg fór upp saman við Suna Fríða og kom somikið skeivur niður aftur at hælsinan slitnaði.
– Áskoðararnir vóru púra svakir. Teir róptu rakstrarróp eftir Suna Fríða og hann mátti hava verju fyri at koma av vøllinum. Hann hevði tó onga ábyrgd av skaðanum hjá mær. Vit fóru báðir upp eftir bóltinum og hann gjørdi einki sum eg ikki hevði gjørt, men eg var bara so óheppin at koma skeivt niður.
Tvær skurðviðgerðir
– Eg endaði so aftur á sjúkrahúsinum men tíverri vóru eingir læknar her um tað mundi. Bert ein avloysari og skal eg siga sum er so hevði eg einki álit á honum, men eg bleiv forvissaður um at hann var dugnaligur.
– Fyri at seyma hælsinuna saman aftur mugu teir stytta hana og tað gjørdi hann og síðani skuldi eg ganga í gipsi í 10 vikur.
– Tað løgna hendi at bert fáar dagar eftir at eg hevði fingið gipsið av aftur slitnaði hælsinan aftur.
– Hetta var eitt sunnukvøld og hendi hóast eg framvegis gekk við krykkum. Jákup Petersen var júst heimafturkomin og eg ringdi til hansara, men hann vildi ikki trúgva tí eg segði í telefonini. Hann bað meg koma út á sjúkrahúsið og har staðfesti hann at hælsinan aftur var slitnað.
– Har var einki annað at gera enn at fara undir nýggja skurðviðgerð, men trupulleikin nú var at hælsinan var ov stutt. Tí bleiv ein størri skurðviðgerð gjørd har hann loysti hælsinuna fyri at fáa hana longur oman móti fótinum.
– Henda skurðviðgerin eydnaðist sera væl men eg skuldi nú aftur ganga við gipsið í 12 vikur.
– Nú vóru eingir vøddar eftir í beininum og tað gekk rúm tíð at koma fyri seg aftur.
Innlagdur
– Meðan beinið er í betring gerist eg brádliga varugur við ein byld á hælsinuni.
– Jákup Petersen staðfestur at hettar er ein veskusamling sum hann noyddist at skera burtur. Hetta gekk gott og eg fekk nakrar pentur í skurðin, sum eg síðandi skuldi fjerna á sjúkrahúsinum.
– Tá eg 14 dagar seinri fái penturnar úrtiknar á sjúkrahúsinum síggja sjúkrasystrarnar at sári er ikki grøtt saman og tí leggja tey plástur á, sum eg skal ganga við í nakrar dagar.
– Hetta var í 1999 beint aðrenn seinasta dystin hjá KÍ móti ÍF í Klaksvík.
– Undir øllum gull-róminum á vøllinum tann dagin kemur lortur í sárið og hetta tók ilt fyri seg.
– Hælsinan og allur fóturin skifti lit og tá eg kom á sjúkrahúsið var eg innlagdur og pensilin latið beinleiðis í æðrarnar.
Henda vikan á sjúkarhúsinum var ræðulig.
Byrjar aftur í 2001
– Eg byrjaði aftur í 2001 og hóast hælsinan við jøvnum millumbilum argar so havið eg spælt nógv meiri enn bæði eg og læknarnir hava roknað við.
– Men av tí at eg alla tíðina havi verið burtur frá í ymiskum tíðarbilum eri eg ongantíð komin aftur í toppform.
Seinasta útkall
Í fjør leikti Allan Joensen stórsta partin av árinum, men í vetur mátti hann gevast eftir at hava verið við til venjing í januar og februar. Tá vit hittu Allan mikudagin var lagi ikki so gott.
– Eg havi nógva pínu í beininum og serliga um morgnarnar er reint forgjørt.
– Venjarin hjá KÍ, Ove Flindt Bjerg, kennur læknan hjá AAB í Danmark og hesin hevur fingið meg inn til skannara á sjúkrahúsi í Århuus.
– Eg bíði nú eftir boðum um nær eg skal inn og hesin skannarin skal verða somikið framkomin at læknarnir fáa eina góða mynd av hvat er galið í fótinum.
– Síðani vóni eg at teir kunnu fáa fótin aftur í rættlag og so droymi eg um at gera comback.
– Eg eri júst farin um tey 30 árini og eydnast at fáa fótin í rættlag nú, so rokni eg við at eg havi nøkur ár í mær enn.
– Men fremsta málið er at sleppa av við pínuna, tí hon er tíl stóran báða í gerandisdegnum.
– Eydnast alt væl so kann eg vónandi vera tøkur til seinru hálvu í ár, sigur Allan Joensen sum hevur eitt brennandi ynski um aftur at sleppa at spæla fótbólt fyri KÍ.
—–
Mikukvøldi fekk Allan so bræv frá læknanum á Århus Sygehus, við boðum um at møta til skanningar og møguliga viðgerð tann 7/5 kl. 12:30. Læknin eitur Ulrick Fredberg og sigst at verða rættuliga dugnaligur, so vit vóna alt tað besta og ynskja Allani góða eydnu við viðgerini.
jwj




