Í apríl mánað gjørdu Com-Data P/F og Konica Minolta í Danmark sáttmála sínamillum um sølu, viðlíkahald og tænastu av kopimaskinum.
Samráðingarnar við Minolta Danmark A/S byrjaðu seinasta ár, men av tí at Minolta í fjør legði saman við Konica, so hava samráðingarnar drigið út. 1. november í fjør broytti Minolta navn til Konica Minolta Business Solutions Denmark a/s. Minolta byrjaði at selja kopimaskinur longu í 1973, og í dag selur Konica Minolta bæði kopimaskinur, printarir, skannarir, telefax o.a. Sáttmálin millum Com-Data og Konica Minolta umfatar í fyrstu atløgu bert kopimaskinurnar. Á KT-stevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum í apríl mánað, var eitt umboð frá Konica Minolta við á básinum hjá Com-Data og vísti fram 3 ymisk sløg av kopimaskinum, eina lítla, eina miðal og eina stóra. Fleiri viðskiftafólk nýttu høvi at vitja básin hjá Com-Data og síggja kopimaskinurnar frá Konica Minolta.
Breitt úrval
Konica Minolta hevur eitt ógvuliga breitt úrval av kopimaskinum, til ein sera kappingarføran prís. Úrvalið dekkar einhvønn tørv hjá einari fyritøku ella stovni óansæð stødd. Maskinurnar kunnu kopiera bæði í litum og s/h, hekta og hola, gera faldarir, sangheftir, brochurir o.s.v.




