Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Róðrarfelagið fingið forkvinnu

John William Joensen

Nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag hevur skipað seg við Solby Eliasen sum nýggjari forkvinnu

Á aðalfundi tann 23. apríl hjá Klaksvíkar Róðarfelag var nýggj nevnd vald og eftir at hon hevur skipað seg er greitt at felagið hevur fingið eina forkvinnu.
Tað er róðurskvinnan á Páll Fanga sum nú eisini stendur við róðri í felagnum, sum í løtuni er í fer við at fyrireika Norðoyastevnuna.

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Solby Eliasen forkvinna, Fróði Waag næstformaður, Magnus Norðberg kassameistari, Kristian Eli Zachariasen skrivari, Uni Oknadal nevndarlimur.
Tiltakslimir eru: Svend Hansen og Anna Mohr
 
Samrøða við Solby í Norðlýsinum hesa vikuna.