Síðsta hósdag hevði Klaksvíkar handverksmeistarafelag aðalfund har verandi formaður ikki tók við afturvali og í hansara stað bleiv Anskar hansen málarameistari valdur sum formaður.
Eisini var Dávur Høgnason nývaldur í nevndina.
Nevndin hevur skipa seg við Jan Elleby Andersen sum næstformanni, Hilmar Danielsen sum kassameistara, torkil Heinessen sum skrivara, Dávur Høgnason sum nevndarlim og Anskar Hansen við beinleiðis vali sum formann, sigur Handverksmeistarafelagið í tíðindaskrivi til Norðlýsið.




