Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Forkunnug vitjan úr Zambia

John William Joensen

Í døgunum 29. mai til 4. juni 2004 bjóðar Filadelfia samkoman við Landavegin 22 í Havn til møtirøðina ”Rørir tað teg?” við Zambiska prestinum Robert Bwalya.


Í samband við at Robert Bwalya heldur møtir í Englandi og Danmark, hevur tað eyðnast Filadelfia, at fáa hann til Føroyar at hava eina møtirøð. Hann er prestur hjá einari samkomu við umleið 1.200 limum í triðstørsta býnum í Zambia, Ndola.
Ígjøgnum tætt samstarv við skúla-, heilsu-, og lógarverkið verður hann nýttur sum síðsta loysn til tey menniskju ið hesir stovnar hava uppgivið. Við at taka tað andaliga við inn í viðgerðina hevur hann í Jesu navnið hjálpt og grøtt 80 % av teimum.
Robert Bwalya er nógv virdur millum tað Zambiska fólki, hetta sæst aftur millum annað við tað, at hann er tjóðarráðgevi fyri endurreisn og varðveitan av hjúnarbandinum.
Eftir eina ógvusliga uppliving var Robert umvendur. Robert sigur sjálvur frá at hann eftir eina langa sjúkralegu doyði, har hann var tikin upp til himmals, og upplivdi sannleikan um, at tað er meira millum himmal og jørð, enn hann sjálvur vildi verða við.
Møtirøðin byrjar leygarkvøldið 29. mai kl. 19.00 og heldur fram øll kvøldini kl. 19.00 fram til fríggjakvøldið 4. juni. Tað verða eisini skipa fyri øðrum tiltøkum í samband við møtirøðina, so sum lovsongskonsert og morgunmøti hvítusunnudagarnar.
Tað er Filadelfia samkoman í havn við sínum umleið 150 limum, sum hevur fingi hesa forkunnugu vitjan í lag. Tey seinastu 8 árini hava Sólrún og Tummas Jacobsen verið fyristøðupar, og afturat sær í leiðsluni hava tey ein leiðslubólk ið telur 4 fólk. Samkoman hevur seinastu árini skipa fyri fleiri líknandi tiltøkum, har øll hava verið væl vitjaði. Gjøgnum heimasíðuna www.filadelfia.fo eru fleiri upplýsningar at fáa um samkomuna, og um møtirøðina við Robert Bwalya.

Filadelfia samkoman – Landavegur 22 – 100 Tórshavn – Tlf.: 31 48 28 millum kl. 10-12