Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugabólkurin fyri eldri savnar inn til átak

John William Joensen

12. juni, í vikuskiftinum eftir Norðoyastevnu fer Áhugabólkurin fyri eldri undir eitt stórt tiltak og heitir í hesum sambandi á fólk um at hjálpa við at lata lutir.

Áhugabólkurin hevur nevniliga ætlanir um ein stóran loppumarknað við køkutombola og kaffisølu í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum.
Í hesum sambandi verður tikið ímóti lutum í kjallaranum á Heygnum mikudagin 26. mai frá kl. 19 til 21 og týsdagin 1. juni eisini frá kl. 19-21.
Tikið verður ímóti lutum so sum møblum, leikum, klæðum, mati ja, øllum sum kann seljast, verður sagt frá Áhugabólkinum fyri eldri.
Tey, sum kanska ikki hava møguleika at koma sjálvi ella ikki hava tíð hesar tíðir, kunnu seta seg í samband við Mariu Klein, telefon 455383 ella Gerdu Arge á tlf. 455174 og 455164.