Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur 2.deild: KÍ – Royn 3-4 (3-1): KÍ bert eitt stig eftir fýra dystir

John William Joensen

Hvalbingar byrjaðu betur og komu á odda 1-0, men tá fari var til hálvleiks var støðan 3-1 til KÍ.

Samanumtikið var KÍ liði ikki nóg gott og tí vunnu Hvalbingar uppiborið 4-3 eftir at hava verið afturút heili 3-1 í hálvleikinum.
Hvalbingar avgjørdu dystin umleið eitt kvarter inn í seinra hálvleik. Innan fyri 12 minuttir skoraðu teir 3 mál og vit mugu staðfesta at eftir fýra dystir hevur KÍ einans megnað at fingið 1 stig til høldar.
KÍ liggur tí í botninum saman við LÍF og VB sum eisini hava eitt stig fyri fýra dystir.
Næsti dysturin hjá KÍ verður á Krossinum í Sumba, so í løtuni sær ikki serliga ljóst út hjá KÍ.
Harafturat ávirka skaðar og leikbann á 1.liði eisini 2. lið.