Áhugin fyri skúlastýrisvalinum var stórur í Hvannasundi. Har ganga 47 næmingar, skrásettir vórðu 62 veljarar og 35 vóru á vali.
Seks nøvn vóru á listanum til valið á Fossanesi og úrslitið var at John Kári Jacobsen fekk 8 atkvøður, Ingrid Fuglø 7, Súsanna Christiansen 7, Jórun Joensen 2, Jákup Martin Poulsen 5 og Joen Jacob Sirdal 4. Harafturat var ein blonk atkvøða.
Í skúlastýrið á Fossanesi vóru vald John Kári Jacobsen, Ingrid Fuglø og Súsanna Christiansen ímeðan hini uppstillaðu blivu eykalimir.




