Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit ynskja at boða vónina um tað góða

John William Joensen

Ynskið hjá okkum sum syngja við á kendu Gaither videobondunum er at syngja ein boðskap um vón til hjørtu kring um í hesum heimi.

Tað er sjáldan at ein reisist úr stólinum fyri at fagnað og serliga tá ein er uppvaksin í brøðrasamkomuni, men Larry Ford fekk øll upp úr stólunum
Hóast 56 ára gamli amerikanski "Southern Gospel" tenorsangarin, Larry Ford, ikki er stórur á vøkstri, so hevur hann eina gudgivna rødd, sum fyltið høllina á Eiði við tónum, ið sjáldan eru at hoyra her á klettunum.

Konsertin
Konsertin var sett at byrjað umleið klokkan átta og tá vit komu til høllina umleið kl. 19 var Larry Ford í ferð við at venja til konsertina. Lagt var til merkis at amerikanski sangarin brúkti sokallaðan "innspældan tónleik", ístaðin fyri tónleikarar og gjørdist eg sindur ivasamur um hvussu hetta fór at spæla av. Men tað er væl skiljandi at hetta verður brúkt, tí tað er sjálvandi sera kostnaðarmikið at ferðast kring knøttin við einum heilum orkestri. Tað skuldi eisini vísa seg at mín kritiska hugsan skuldi vísa seg at verða ógrundað.

Larry, Ebenezerkórið og tey á Váli
Konsertin byrjaði við at Páll á Lakjuni leiddi felagsangin. Vanliga plagar tann, sum skal syngja á konsertini, í hesum førinum Larry Ford,  at goyma seg aftan fyri pallin og ikki lata seg vera sæddan av áhoyrarunum fyrr enn klárt er at trýna fram á pallin. So var ikki við hesum manninum úr Texas. Hann luttók í felagssanginum og gekk um í høllini og lýddi á. Eftir felagssangin trein Tordur Niclasen, borgarstjóri í Eiðis Kommunu, fram á pallin og helt eina vælkomst røðu.
Tordur segði m.a. at hetta var tann tíðin tá flytifuglar leita heim aftur á føroysku klettarnar.
– Í dag hava vit fingið vitjan av einum vøkrum songfugli, sum er komin heilt úr Amerika.
Síðani sang sangkórið í Ebenezer tveir sangir. "Stjørnuhavið so klárt" og "Vit í Jesus navni savnað".  Kórið er sera væl fyri í løtuni, og sangstílurin er eisini nógv broyttur seinastu árini. Kórið brúkti nógv ljóðføri uttan at hetta órógvaði ljóðmyndina.

Larry Ford á pallin
Eftir byrjanina við Ebenezerkórinum trein Larry Ford á pallin og sang tríggjar sangir saman við sangkórinum.
Fyrst "When We All Get To Heaven" har eisini áhoyrararnir luttóku. Síðani hoyrdu vit kenda sangin "Sing of My Redeemer" saman við sangkórinum og var hetta óivað sangurin sum flestu kenna Larry syngja á teimum vælumtóktu "Gaither Homecomming" videobondunum.
Larry spardi ikki seg sjálvan, sangirnir komu slag í slag uttan langar steðgir.
"I’m Free"(eisini saman við sangkórinum), "I Can Not Tell", "What A Friend We Have In Jesus", Little Is Much When God Is In It", "How Majesty Is Thy Name".
Síðani var ein lítil steðgur har Larry Ford greiddi frá søguni aftan fyri kenda sangin sum er yrktur um eina hending undir fyrra heimsbardaga, tá týskir og sameindir hermenn steðgaðu bardøgunum jólanátt og heilsaðu upp á hvønn annan og góðu gávur sína millum.

"How Great Thou Art"
Eftir ein lítlan steðg byrjaði sangkórið við tveimum sagnum; " Eg skal kenna" og "Skjótt mín tíð".
Fyri undirritaða var fyrsti sangurin í seinru hálvu hæddarpunkti á konsertini.
Larry sang kenda sangin "How Great Thou Art" saman við Ebenezer sangkórinum.
Tað var stuttligt at síggja hvussu Larry Ford koyrdi á sangkórið meðan hann sjálvur leikaði á høgu tónunum. Hann rætt og slætt hálaði songin burtur úr sangarunum og tá seinastu tónarnir frá "How Great Thou Art" tónaðu út í høllina, reistist mannfjøldin at klappa.
Síðani komu "It Is Well With My Soul" eisini saman vi sangkórinum.
Syskini á Váli komu á pállin og saman við Larry sungu sangirnar; "Know Who Holds Tomorrow " og "Follow Me".

Greiður boðskapur
Larry Ford var ikki komin til Føroya bert fyri at undirhalda. Hann tosaði um at hann átti eina frelsuvissu í sínum hjarta og at ynski hansara var at boðskapurin í songunum ikki einans fekk folk at kenna seg væl, men at hann eisini leiddi fólk til Harran.
Larry greiddi frá at hann átti fimm synir. Tríggir gjørdu hertænastu, ein í flotanum, ein í herinum og tann triði var í eini serdeild "Green Barets" sum í løtuni var í tænastu í Afganistan.
" Eg eri ikki altíð samdur í tí politiska, men eg stuðli synum mínum 100%, tí teir seta lív sítt í vága, – meiri havi eg ikki at siga um tað!" segði Larry hugsanarsamur.

Larry sang til røddin gav upp
Eg byrjaði við at siga at Larry spardi seg ikki. Hann gav alt hann átti í sær og sang við fullari megi í næstan tveir tímar.
Sangir sum "O What A Savior", og " I Bowed On My Knees" vóru alt sangir sum vit kenna frá Gaither bondunum og fólk høvdu eisini góðan hug at syngja við.
Í sanginum "I Bowed On My Knees" gekk Larry millum kórsangarnar og livandi gjørdi sangin við at seta seg millum kórsangarnar og syngja boðskapin til ein ungan mann í kórinum.
 "Because He Lives" var seinasti sangurin á almennu skránni og hann var sungin saman við teimum á Váli og áhoyrarunum.
Rómurin vildi ongan enda fáa og sjálvandi mátti Larry syngja ein sang afturat.
Tann seinasti sangurin "Blessed Assurance" er ein kendur sálmur og hann sang Larry saman við kórinum og áhoyrarunum, men tá komið var til endan á sanginum, sveik røddin og Larry var noyddur at takka fyri seg.
Men tá hevði hann eisini sungið úr sálini í næstan hálvan annan tíma, og við tí kraft sum hesin lítli amerikumaðurin legði í røddina var ikki løgið at 56 ára gomlu stemmubondini ikki vildu meira hesaferð.

Fyrireikararnir væl nøgdir
Charlotta á Váli, sum samskipaði tiltakið sigur, at tey vóru sera væl nøgd við tiltakið.
– Føroyingar keypa ikki atgongumerki fyrr enn í seinastu løtu, og tí var ikki sørt at vit høvdu summarfuglar í búkinum undan tiltakinum. Men tá av tornaði vóru omanfyri 900 fólk til konsertina og tað eru vit væl nøgd við.
Aleksandur Samuelsen, sum tók sær av Larry Ford undir vitjanini segði at fyri hann var tað ein uppliving at koma at kenna Larry Ford teir tríggjar dagarnar hann var í Føroyum.
– Tá eg var ímóti honum á flogvøllinum, var hann sera prátingarsamur og lættur at fáa samband við. Hann spurdi um øll møgulig viðurskifti her í Føroyum. So var eisini tá hann vandi saman við Ebenezer kórinum. Hann lýsti av songgleði og fekk okkum at syngja við av hjarta og øll góðu seg 100%.
– Men tá hann morgunin eftir sat í bussinum saman við okkum á veg til Eiðis, var hann sera tigandi. Trupult var at koma í samband við hann  og eisini virkaði hann  ógvuliga fjarur. Men tá konsertin var liðug var hann aftur skemtingarsamur og tosaði við hvønn mann.
– Á veg heimaftur orðaði eg hetta við hann  og segði hann at hetta var partur av fyrireikingini til konsertina.
– Undan eini konsert, livið eg meg inn í tekstirnar og syngi teir inni í høvdinum. Ein kann ikki bara trína fram á pallin og syngja sangir uttan at hesir eru frá hjartanum. Tí gjøgnumgangi eg sangirnar í høvdinum áðrenn eg fari til konsert soleiðis at eg veruliga kann tulka sangirnar rætt, vóru orðini hjá Larry Ford.
– Tað er eingin ivi um at vit høvdu vitjan av einum heilt serligum sangfugli og vónandi hevur konsertin við Larry Ford givið fyrireikarunum smakk fyri at skipað fyri fleiri líknandi tiltøkum.
Ein serlig tøkk til tykkum sum skipaðu fyri

jwj