Fyrrapartin vunnu smádreingirnir hjá KÍ 5-1 móti TB í steypafinaluni, sum bleiv leikt á Skála.
KÍ og TB høvdu spælt seg í finaluna í gjárkvøldi, við at vinna ávikavist 7-0 og 4-1 á AB og Skála. Í finaluni í morgun sirmaði tað allan dystin og eitt lítið lot var eisini. KÍ leikti í fyrra hálvleiki ímóti vindinum. Bæði liðini løgdu hart út, og var nógv ferð á dystinum í byrjanini. Eftir nýggju minuttir legði Hjalti Heðinson KÍ á odda eftir hornaspark. Í 15. minutti økti Andrias Ellingsgaard um leiðsluna við einum hørðum skoti nakað uttanfyri brotsteigin. Eftir hetta setti TB meira ferð á, og høvdu teir møguleikar at skorða okkurt málið, men verjan hjá KÍ og málmaðurin fingu hvørjaferð forða teimum í at skorða. Í 30. minutti vinkaði linjuverjin fyri brotssparki til TB, sum teir settu í netið, so hálvleiksstøðan varð 2-1 til KÍ. Í 5. minutti í seinna hálvleiki fekk KÍ hornaspark, sum bleiv skotið væl innfyri og endaði bólturin fyri føturnar á Boga Jacobsen, sum smekkaði hann í netið til 3-1. Løtu seinni ferð Hjalti Heðinson við fullari ferð frameftir í vinstru síðu, fintar ein TBara, men verður feldur tá hann kemur innum brotsteigin og dómarin bríkslar fyri brotssparki til KÍ, sum Eli Simonsen setti trygt í netið til 4-1. Nú mátti TB satsa meir, og hetta gav møguleikar fyri skjótálopi til KÍ. Eitt av hesum endaði við at Hjalti Heðinson verður sendur avstað frá miðjuni, rennur frá TB verjuni og leggur KÍ á odda 5-1 í 15. minutti. Bæði liðini royndu síðstu 20 minuttirnar at fáa mál, tó uttan at tað eydnaðist. Munurin á liðunum var ikki so stórur sum úrslitið sigur, men samanumtikið so var sigurin hjá KÍ smádreingjunum uppiborin. KÍ-liðið stríddist sera væl allan dystin og vísti til tíðir sera flott fótbóltsspæl. Tillukku smádreingir.




