Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Stór seyðahundakapping í Havnardali komandi leygardagin 5. juni 2004 kl 10

Oliver Joensen

Komandi vikuskifti verður ein av teimum stóru seyðahundakappingum í Føroyum har 23 hundar fara at kappast í trimum klassum.

Kappingin verður í Havnardali leygardagin 5. juni og byrja verður kl 10.00, tá 8 hundar skulu kappast í klassa 3, ið er at heita seyð sum stendur uml 200- 300 metur burtur. Kapping er eisini úttøkukapping fyri hvørjir hundar skulu umboða Føroya við europameistaraskapið fyri seyðahundar, ið verður hildið í august í Hollandi.
Uml kl 13.00 verður klassi 2  har 7 hundar luttaka, teir skulu heinta seyð, ið stendur100 m burtur og umleið15.00 byjar klassi 1 har 8 hundar eisini luttaka.
Kappinging er skipa eftir altjóða reglum. Dómarar til kappingina vera Hans Joensen, Jens Peter Jensen, og Jónleif Sólsker.