Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óhapp norðuri á Kósabrúnni ídag

Oliver Joensen

Tá sá ógvusligt út, tá ein kontainari á einum blockvogni við lyftara, datt av vogninum og skaddi trekkjarin eisini. Stóri kontainari vigaði um 28 tons.

Av politistøðini frætta vit, at trekkjarin bleiv so mikið illa skaddur, at hann skal sýnast áðrenn hann aftur kann gera nakað arbeiði.
Tað er Strandferðslan, sum hevur um hendi flutningstænastuna hjá Samskip og tá traillarin hjá Strandferðsluni var komin í knýpi, var neyðugt at fáa stóra trukkin hjá Samskip á Kósina at greiða fløkjuna. Eingin mansskaði hendi.