Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Listaframsýning á Kunningarstovuni í Klaksvík.

John William Joensen

Mikukvøldið 9 juni Kl 19.00 letur Eydna Kjelnæs upp listaframsýning í Kunningarstovuni í Klaksvík.

Eydna sum er ættað úr Klaksvík, er gift og býr í Danmark har hon hevur starvast í 30 ár innan handilsvinnuna.
Fyri góðum  3 árum síðani fór hon undir listina, og valdið hon málningalistina sum fellir henni lætt og sum henni dámar sera væl.
Á framsýningini vera umleið 30 málningar við fjølbroyttum evnum. Hon er sostatt nakað nýggj á hesum økinum – men hevur tó havt framsýningar bæði í Fåborg og ì Assens, har hon hevur sítt handilsvirksemið.
Longu nú er hon eftirspurd sum útstillari ymsastaðni í Danmark.
Mikukvøldið frá kl 19.00 til Kl 21.00 verður hon sjálv á kunningarstovuni, har øll sum vitjað fáa eitt hugnaligt prát afturvið einum kaffimunni.
Framsýningin verður annars opin allan juni mánað, í tíðarskeiðnum tá kunningarstovan er opin.

Harleyfacadeacryl