Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eivindur kav Reyni, eigari og stjóri á bilasøluni Reyni Service: Miðbýurin kemur at trekkja meiri virksemið til býin

John William Joensen

Reyni Sevice stendur fyri at byggja eina bilasølu við Borðoyavík har teir hava keypt grundstykki, men um einki hendur í miðbýnum í Klaksvík er minni áhugavert at víðka virksemið í Klaksvík

Eivind av Reyni harmast um tíðindini at stígur er komin í ætlanirnar at byggja keypsentur í Klaksvík.
– Tað er eingin ivi um at tað verður minni áhugavert at leggja virksemið í Klaksvík um einki hendur í miðbýnum.
– Ein livandi miðbýur í Klaksvík fer at gera tað áhugavert hjá fólki aðrastaðni at koma til Klaksvíkar. Verður eitt keypssentur bygt á Lambareiði í staðin er eingin ivi um at tað verður meiri áhugavert at leggja virksemið úti í Runavík.
– Gongdin allastaðni er at tað eru tey stóru sentrini sum trekkja fólkið til sín.
Tit kenna tað sjálvi tá farið verður til Havnar. “Set meg av við SMS” verður ofta sagt, tí sjálvt um ein ikki ætlar at keypa nakað, so er tað her ein møtir fólki.