Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sálarligt morð er verri enn likamligt morð!

John William Joensen

Eftir fleiri áheitanum vilja vit prenta prædikuna sum Hans Eiler Hammer, sóknarprestur helt Norðoyastevnudag í Christianskirkjuni:

Bøn: "Harri, eg eri tær ikki verdur; men uttan teg kann eg als einki gera. Tú ert tann, sum við orði tínum skapaði himmal og jørð. Takk fyri at tú eisini ert mentur, at skapað eitt nýtt og reint hjarta eisini í mær.
Harri, hjálp mær at bera orð títt fram í anda og í sannleika. Gev mær styrki til at bera tann boðskap fram, sum tú Harri hevur lagt á mítt hjarta. Og hjálp til at alt mítt egna má víkja, soleiðis at einans tín andi má tala ígjøgnum meg og til hvønn einstakan av okkum! Amen"

Í Matt. 28,18-20 lesa vit: Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: "Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda."
Hvat hava menn sum Gorbatjov, Boris Jeltsin, Stalin, Adolf Hitler, Saddam Hussein, Bill Clinton, George Bush, Tony Blair, Ariel Sharon, Osama Bin Laden og fleiri statsleiðarar við teimum til felags?
Jú teir kunnu allir koyrast í ein felags bólk sum vit kunnu nevna fyri Valdsharra bólkurin. Tí teir hava á ymiskan hátt í verki víst mannaheiminum hvat fyri vald teir hava havt og hava. Við einum ávísum boðum hava teir sett í gongd jødaforfylging, flógvakríggi, fyrra- og seinna veraldarbardaga, meiningsleysar atsóknir, hertøku av Irak osfr.
Hetta eru menn sum mannaheimurin mangan hevur óttast og støðugt óttast. Myndir av hópgrøvum, pínslaváttum, kjarnorkuvápnum, stríðsvognum hava mangan givið orsøk til ótta! Hvat fer framtíðin at bera okkum? Nær hendir næsta sniðálop ella hernaðarálop? Jú valdsharra bólkurin kann mangan verða orsøk til ótta og ræðslu, sjálvt um teir royna at vísa mannaheiminum á, at teir bert vilja tað góða, vilja skapa frið og semjir. Og tøkk fái Guði fyri at tað til tíðir eisini lukkast teimum.
Ein annar bólkur er eisini til. Tað er tann bólkurin sum tú og eg eru ein partur av! Á ymiskan hátt hava eisini vit myndugleika og vald til at skapa frið og semjir, til at skapa ruðuleika og ósemjir!  Hetta er ein bólkur sum ikki tykist ræðandi í fyrstu atløgu! Men tó, er tað ein veruleiki, at júst hesin bólkur, sum tú og eg eru ein partur av,  er tann mest ræðandi bólkurin!! Tí við okkara verumáta kunnu vit mangan verða við til at sorla eitt annað menniskja. Okkara øvundsjúka, beiskleiki, hevndarhugi, óndasinnaða prát manna millum er drepandi fyri tað menniskja sum er eitt offur fyri júst hesum. Og hesin sálarligi deyðin er nógv verri enn tann likamligi deyðin, tí, tí sálarliga deyðanum skulu vit liva víðari við millum manna og millum tey sum eru atvoldin til tann sálarliga deyðan.
Tú mást ikki sláa í hel! Soleiðis ljóðar tað vælkenda 5.boð. Og øll eru vit uttan iva samd um, at tað er skeivt at sláa eitt annað menniskja í hel likamliga, bæði barnið í móðurlívi, sum vit framum alt eiga at verja, og tað menniskja sum annars livir okkara millum. Og vit kunnu tí eisini mangan verða skjót til at døma tey menniskju sum fremja likamligt morð!
Men kirkjufaðir okkara Luther undirstrikar, at 5.boð fevnir nógv longur enn til bert tað likamliga morðið. Í hesum boðnum verður eisini harðskapurin forboðin, ja eisini tær illu sinnisrørslur, ið kunnu føra til slíkt, eitt nú vreiði, hatur, hevndarhugur og øvundsjúka. Tínæst verður eisini forboðið at gera næsta okkara skaða til likams ella heilsu, eitt nú við at leggja á hann arbeiði, ið er honum ov tungt ella við at verða atvoldin til sorg ella pínslu. Og júst hendan partin av 5.boði eiga vit at takað í líka stórum álvara og at berjast fyri, sum vit gera við tann fyrsta partin av tí 5.boðnum.
Tí vit menniskju eru mangan atvoldin til sorg og pínslu við valdsnýtslu okkara. Við óndsinnaðum álopum nýta vit vald til at sorla onnur menniskju sálarliga við. Við sleyðig og slatri, sum áður nevnt her í kirkju okkara, eru vit við til at leggja stein omaná byrðu hjá okkara medmenniskjum. Í mongum bygdum í Føroyum og eisini her í býi okkara heldur man lív í sleygi og slatri heilt til fólk ferð undir grønu torvu. Og hatri manna millum kemur enntá eisini mangan til sjóndar tá ein av okkara kæru er farin undir grønu torvu. Ístaðin fyri at sýna samkenslu velur ein at kasta við gróti eftir tí deyða. Á henda hátt válka vit okkum í syndini og hava eina beina kós ímóti glatunnar ríki.  
Tí eru vápn okkara ikki beinleiðis likamliga drepandi, men heldur sálarliga drepandi og eru at óttast fram um øll onnur kjarnorkuvápn í hesum ónda heimi.
Tí kann tað mangan bæði verða gott og neyðugt at grípa í egnan barm og rannsaka seg sjálvan, og tað er eisini nakað sum Bíblia okkara støðugt áminnir okkum um at gera.
"Mær er fingið alt vald á himni og á jørð!" eru so Jesu orð til okkara í dag. Og vit kunnu standa spyrjandi: Hví sær heimurin soleiðis út sum hann ger um Jesus hevur alt vald? Hví prógvar hann tað ikki fyri okkum at hann veruliga hevur alt valdið? Tað kann ikki bera til, at hann bert situr og hyggur eftir at tann heimurin sum hann hevur verið við til at skapað verður lagdur í oyði, og at lygn, óndskapur og harðskapur og órættur fær loyvi til at spilla mannaættina? Hví tolir tann altvaldandi Guð hetta? Hví setur hann ikki eitt rimmar punktum fyri tí heila?
Jesus svarar og sigur: Villist ikki, Guð letur seg ikki spotta, tí at tað sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta.
Við hesum slær Jesus fast ein djúpan sannleika í Guðs orði, at Valdið er Guðs, um land alt leygist oyði. Valdið er Guðs um menniskjan øll doyði. Men ábyrgdin er okkara!! Tað er tú og eg kæra menniskja sum gera av, hvussu mikið ella hvussu lítið Guðs vald skal gerast veruleiki her á jørð!! Hevur tú nakrantíð hugsað um hetta áður? At tað er tú og eg sum gera av, hvussu mikið ella hvussu lítið Guðs vald skal gerast veruleiki her á jørð? Tá tú leggur hatur á eitt annað menniskja, baktalar, sleygar og slatrar, øvundar og ferð um við óndsínnaðum lygisøgum um tín næsta, so ert tú við til at fremja Sátans søk her á fold og at forða fyri at Guðs vald skal koma til sjóndar og gerast veruleiki manna millum? Hetta er sera sera álvarsamt, og her má eg so sanniliga eisini grípa í egnan barm.
Guð hevur alt vald á himni og á jørð – eisini til at lata eitt menniskja fara inn í glatunnar ríki – men ábyrgdin er okkara!
Tí hevur Jesus ígjøgnum dópsboðini ella misjónsboðini ein boðskap at bera tær og mær persónliga. Og hann setur okkum spurningin, sum eisini verður avgerandi fyri okkum tá roknskapardagurin stendur fyri durðum: Letur tú Guð fáa valdið í lívi tínum?
Hann er ikki tann, sum troðkar seg inn á okkum, men hann áminnir okkum og dregur okkum og sigur við okkum, at tað er ikki frelsa í nøkrum øðrum enn tí óvikandi sannleika, at tú mást lata Guð fáa valdið yvir lívi tínum! Guð hevur alt vald til at frelsa okkum frá okkara argasta fígginda her á fold, nevniliga syndini, men tá krevst eisini at vit geva honum valdið!!
Tað er tíverri mong sum ikki skilja henda boðskap, og tí leikar óndskapurin á bæði innan og uttan kirkjugátt okkara!!
Men Guð fái lov og tøkk fyri at hann sigur nøkur lívssæl orð at enda í evangeliið teksti okkara:     Eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda.
Jesus stendur 100% aftanfyri okkum, um vit eru lýðin hansara kalli, trúgv ímóti hansara uppgávu og lata hann fáa alt vald á lívi okkara. Hesis orðini, sum hvíla á Jesu uppreisn, eru tí ikki galdandi fyri teg og tey sum letur óndskapin, tað verið seg hatur, harðskapur, sleyg og slatur, øvundsjúku valda í tínum lívi. Tí hetta lyftið er eina og aleina bundið saman við lýdni ímóti Guðs heilagu boðum: Farið og geri mín vilja – so eri eg við tykkum!!
Lyftið er ikki avmarkað í styrki, tí hann er har allar dagar – ongan dag undantikin. Ein Jesu lærusveinur hevur fyri neyðuni at uppliva stuðul. Tí er tað so vælsigna at vita sær, at Jesus stuðlar einum. Alt vald stendur aftan fyri okkum og hetta valdið er galdandi í allar dagar. Tí er lyftið, sum Jesus gevur okkum ikki avmarkað í tíð – nei, hann er har, alt til veraldar enda – til heimsins enda. Tá vit fara higani, er lyftið galdandi fyri tey, ið takað arvin upp eftir okkum. Hetta er vælsigna at vita sær, at vit ongantíð standa einsamøll í hesi uppgávu. Tað gevur mót, eisini tá ið vit møta mótgangi á lívsleið okkara, og tá ið brøður og systrar í Harranum svíkja ein. Tað gevur vón um eitt ævigt lív, um vit halda út í stríðnum fyri at vinna onnur menniskju sum lærusveinar fyri hin livandi Kristus!.

Amen