Eg haldi fast við prinsipp mítt um at eg ikki vil gera mat til týskarar og fransmenn. Eg havi sagt við arbeiðsgevaran hjá mær at hann er vælkomin at baka til týskarar, men fyri meg er hetta eitt prinsip.
– Orsøkin er ikki illvilji móti einstøkum týskarum, men eg kann ikki góðtaka støðuna hjá týsku stjørnini.
– Eg havi eisini greitt týskarum frá, sum hava verið inni á gólvinum her í Pizzaria Napoli hvørja støðu eg havi og teir hava yvir fyri mær sagt seg skilja støðu mína.
– Nú ein dagin kom ein maður úr Bayern inn á gólvið og tá eg greiddi honum frá at eg ikki kundi geva honum nakað at eta, tók hann tað ógvuliga pent. Hann greiddi frá støðuni í Týsklandi undir kalda krígnum. Hann átti familju eystanfyri, so hann stuðlar USA.
Tveir týskarar komu so inni á gólvið í vikuskiftinum og tá eg segði við teir at eg ikki gjørdi mat fyri týskarar hildu teir at talan var um skemt.
– Eg greiddi teimum síðani frá at Danmark í løtuni var í krígg saman við USA og at land teirra hevur tikið støðu móti okkum og tí havi eg valt at taka støðu móti teimum.
Gyltur møguleiki
Niels Aage sigur at hann heldur at kríggið i IRAK var ein gyltur møguleiki hjá Týsklandi at sleppa út úr skugganum frá Nazi tíðini.
– Um 10, 15 ár tá demokrati og friður valdar í IRAK ivist eg onga løtu í at øll fara at halda at tað var rætt av teim sameindu at fara inn í IRAK.
– Undan innrásini var støðan óhaldbar. ST hevði lýst handilsbann móti IRAK og sum úrslit av hesum hungraði stórur partur av irakum. Eisini hevði ST lýst bann fyri allari flúgving yvir kurdiska partinum av landinum og her vóru dagligir samanbrestir millum flogfør hjá sameindu deildunum og so fyrrverandi irakiska flogvápninum.
– Týskarar høvdu møguleika at stuðla herferðini móti einaræðisharranum Saddam Hussain, men ístaðin valdi týska stjørnin at spæla hund fyri at tekkjast egnum veljarum.
Pizza Aage sigur at støðutakanin hjá Týsklandi mótvegis USA og Bretlandi er ótilgevulig og kann ikki fara aftur við borðinum.
Í kríggi er man antin við ella ímóti og Danmark er í løtuni í kríggj í IRAK.
– Eg kann ikki bara standa hendur í favn og lata sum einki meðan land mítt er í kríggj.




