Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór skrúðgonga í dag

John William Joensen

Børnini í barnaansingarskipanini hjá Klaksvíkar Kommu fara í dag kl. 14.30 í skrúðgongu av Bókasavninum og niða á fótbóltsvøllin

Eftir at Klaksvíkar Kommuan yvirtók barnaansingina, hevur verið skipað fyri felagstiltaki tvey tey seinastu árini.
Endamálið við felagstiltakinum er millum annað: At ansingarskipanin gerst meira sjónlig í kommununi, at børnini í ansingarskipanini arbeiða við einum og sama evni fyri at menna hugflog og nema sær kunnleika um eitt ávíst evni.
Fyrsta tiltakið var í 2002 har evnið var fjørðan. Í fjør var evnið myndlist.
Høvuðsyvirskriftin fyri felagstiltakinum í ár er Børn og heilsa. Evni, ið børnini millum annað hava arbeitt við eru: Rørslur, reinføri, matur, sunt/ósunt, happing og vinir. Tað er ymiskt, hvat stovnarnir hava lagt dent á. Onkur hava lagt dent á sunnan  mat, happing og vinir, onnur á felags spøl og rørslur.
Felags fyri øll børnini er, at tey hava vant sangir, sangspøl, leikir, skjaldur, rím og ramsur, sum hava við evnið at gera.
Felagstiltakið endar fríggjadagin 18. juni við skrúðgongu. Børnini møtast uttan fyri Bókasavnið kl. 14.30 og ganga í skrúðgongu heim á fótbóltsvøllin, har borgarstjórin bjóðar vælkomin. Síðani skipa umboð fyri fimleikarafelagið fyri fimleiki og dansi og børni fara at syngja.
Tað eru í løtuni 382 børn í ansingarskipanini undir skúlaaldur og 65 børn í frítíðarskúlanum, sum er fyri 1. og 2. flokki.