Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gimsteinur undir Háfjalli

John William Joensen

Menninir, ið arbeiða við Norðoyatunnlinum finna til tíðir vakrar steinar, og tað var ikki hissini tidna, sum Arne Oddvar Haugeland fann.

Tidnan, sum Arne Oddvar Haugeland fann, 500 metrar inni undir Háfjalli, er bæði stór og vøkur og hon má rættuliga sigast at vera ein gimsteinur.
Líturin líkist rav, men tidnan er meira gjøgnumskygd, og ljósspælið sæst langt inni í steininum.
Oddvar sigur, at hann hevur funnið fleiri aðrar tidnur og hóast tær ikki líkjast, hvørki í litið ella skapi, so eru tær sera vakrar.
Men stóra tidnan er os absolutt tann vakrasta og Oddvar Haugeland sigur víðari, at hon stóð inni í eini lítlari holu. Tað er soleiðis, at tá teir finna hesar krystallir, so er tað ofta í einum opið inni í fjallinum, har vatn ella sjógvur hevur drippað í øldir og har krystalliseringin síðani er farin fram.
Vit vigaðu ikki tidnuna, men hon vigar helst eini 5-6 kilo eftir støddini at meta.