Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summar festivalur í Klaksvík

John William Joensen

Í morgun var tíðindafundur í Norðoyasparikassa har fyrireikararnir aftan fyri Summar Festivalin 2004, Steintór Rasmusen og Eyðun Klakstein, greiddu frá tiltakinum.

Eisini var Gunnar Nolsø, marknaðarleiðari hjá Norðoya Sparikassa, umboðandi Sparikassan við á fundinum. Sparikassin er ein av høvuðssponsorunum aftan fyri tiltakið umframt at Sparikassin á annan hátt fer at stuðla tiltakinum

Í døgunum frá 12. til 15. august 2004 verður Summar Festivalur fyri fyrstuferð hildin í Klaksvík. Á skránni eru konsertir inni og úti. KÍ – høllin verður karmur um fleiri spennandi tiltøk alt vikuskiftið, Atlantis skal hýsa onkrum tiltøkum, og á Vágsbø verður rimmar uttandurakonsert leygardagin 14. august. Hetta er stórsta tónleikatiltak í Klaksvík nakrantíð.
 
Ein rúgva av kendum bólkum
Nøkur av teimum bestu føroysku tónleikanøvnunum fara at spæla á festivalinum.
Fleiri bólkar koma eisini úr útlondum, og millum annað fer rocklegendan Ken Hensley at spæla við sínum bólki, Boney M fer at syngja síni heimshitt, og Gunnar Mikkelsen fer at framføra nýggja tónleikin hjá sær.
 
Hesi og onnur verða við.
Ken Hensley (UK) – legendariski sangskrivarin í Uriah Heep.
Boney M (D) – hittmakarar av tí aðru verð, haavt nógvar landaplagur í Føroyum.
Hans Inge Fagervik (NO) – kendur fyri millum annða sangin um Mariu.
Kjell Samuelson (SE) – ein av Samuelson-brøðrunum, syngur gospel.
Gunnar Mikkelsen (DK) – hálvføroyski poppsangarin, sum er á toppinum í Danmark.
Hanus G. Johansen – livandi føroyska legendan, sum aftur fer at syngja í heimstaðnum.
Frændur – fremsti føroyski tónleikabólkurin seinastu 20 árini.
Hjarnar – eitt tað størsta navnið í føroyskum rocktónleiki nakrantíð.
All That Rain – lívligur og væl spælandi rockbólkur, sum skrivar sínar egnu sangir.
Sigrid Rasmussen – ein framúr songkvinna, sum bergtekur á sínum konsertum.
Brandur Enni – tannáringurin við teimum løttu og fangandi poppsangarunum.
Arnfríð Lutzen – fantastisk songkvinna, sum spennir víða við síni rødd.
 
Meiri upplýsingar um festivalin eru at vinna á: www.summarfestivalur.fo