Kringumstøðurnar til fótbólt og ítróttarøkið sum heild í Klaksvík, gerast alt betur.
Tað er ikki so long tíð síðani, at Klaksvíkar Ítróttarfelag kundi taka nýggj snotulig restauranthøli í nýtslu.
Ídag, arbeiða menn so við at seta upp eitt nýtt og tíðarhóskandi stadionur upp.
Tað er Áhugafelagið hjá KÍ, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at útvega stadionurið og Pomek og P/F Tummas Thomsen standa fyri tí tekniska í sambandi við uppsetanina.
Fyri árum síðani var eitt stadionur við Djúpumýru, men tá tað ikki riggaði meira, varð tað tikið niður og nú í mong ár hava áskoðararnir hjá KÍ havt trupulleikar av at fylgt neyvt við leiktíðini tá fótbóltur er, men nú ætlar Áhugafelagið at ongin skal ivast í hvussu nógvir minuttir eru eftir, ella kanska hvussu fáir. Alt veldst sjálvandi um gongdina í dystinum.




