Norðlýsið hevur ídag almannakunngjørt nýggja heimasíðu á internetinum og hon eitur framhaldandi www.nordlysid.fo.
Norðlýsið gjørdi av í januar í 2003 at gera eina roynd við eini heimasíðu á internetinum í eitt ár.
Tað hevur víst seg, at áhugin fyri heimasíðu okkara støðugt hevur verið vaksandi, samstundis sum hon eisini hevur skorað undir vanligu pappírsútgávuna.
Sigast kann, at heimasíðan hjá Norðlýsinum alt meira og meira er vorðin ein Norðoyaportalur, sum í okkara mátistokki verður sera nógv vitjaður.
Í byrjanini, tað vil siga tað fyrsta hálva árið, kundu vit staðfesta 500 til 1000 síðuvísingar um samdøgrið, men í vetur vaks nýtslan ótrúliga nógv, soleiðis at nú eru 3000 til 7000 síðuvísingar um dagin og hetta gevur okkum áræði at halda áfram.
Nýggja síðan
Vit gjørdu beinanvegin av, at síðan skuldi vera ókeypis hjá teimum, ið vildu frætta nýtt úr Norðoyggjum. Tískil royna vit av øllum alvi at fíggja Norðoyaportalin við lýsingum og hava tí broytt útsjóndina, og tekniska uppleggið. Hetta fyri at geva pláss fyri fleiri lýsingarmøguleikum og møguleikum hjá teimum sum vitja, at útvega sær ymsar upplýsingar.
Skálaberg
Flestu norðoyingar hava tilknýti til fiskivinnuna á ein ella annan hátt og sera nógvir munnu hava roynt sjólívið. Við vælvild frá JFK-Trol, við tekniskari hjálp frá Eli Poulsen, hevur tað borið til at sett eitt talgilt myndatól umborð á Skálaberg.
Myndatólið er fest upp undir brúgvatakið inni á brúnni, og sær fram gjøgnum rútin ytst í stýriborð. Tólið verður dagført einaferð um minuttin, so frá ídag av ber til hjá øllum, ið hava áhuga fyri tí, at fara á heimasíðuna hjá Norðlýsinum og síggja fram gjøgnum rútin á brúnni á Skálabergi alt samdøgrið. Í løtuni er Skálaberg í Irmingarhavinum. Hetta er eitt øki, sum liggur á markinum fyri hvar Skálaberg hevur internetsamband, so myndirnar kunnu blíva burtur til tíðir. Hinvegin verður roknað við, at tá Skálaberg er í Barentshavinum, er ongin trupulleiki við sambandinum.
Tað er Dynamic Paper í Tórshavn, ið umsitur ambætaran og teknisku loysnirnar. Sp/f Vasti hevur staðið fyri sniðgevingini og Com-Data hevur monterað myndatólið umborð og hevur staðið fyri tí tekniska í tí sambandinum.
Áheitan
Vit vóna at viðskiftafólk okkara fara at taka væl undir við hesum "nýggja" miðilinum, og tað er ikki minst umráðandi at fólk senda okkum ein teldupost ella ringja tá eitthvørt er, sum portalurin og Norðlýsið áttu at havt við.
Norðlýsið
Oliver Joensen
John William Joensen




